Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsroyndirnar verða 20., 21. og 22. mai

Mentamálaráðið

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum hevur tikið avgerð um, at landsroyndirnar í 4. og 6. fl., sum vegna trupulleikar í Dokeos skipanini vórðu avlýstar í hesi vikuni, verða fluttar til 20., 21. og 22. mai 2014.

Tað bar tíverri ikki til at fremja landsroyndirnar í talgildum líki, sum upprunaliga ætlað, og tí er avgjørt, at landsroyndirnar skúlaárið 2013/14 vera í pappírsútgávu. Arbeiðið at talgilda landsroyndirnar heldur tó fram, og vónandi verður ein loysn funnin til næsta royndarumfar, sum verður á vári 2015.

Nærri kunning um sjálvt royndarhaldið og hjálparmiðlar í sambandi við royndirnar verður send skúlunum í næstu viku.

Mentamálaráðið, 1. mai 2014