Atfinningarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum eru álvarsamar móti Landstýrismanninum í Vinnumálum, men løgtingslimir sum Norðlýsið hevur tosað við eru ikki fult sannførdir um at landsstýrismaðurin kundi gjørt nakað ørvísi. Og tað ber ikki til at siga at landstýrismaðurin ikki hevur handlað.
Atfinningarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum eru álvarsamar móti Landstýrismanninum í Vinnumálum, men løgtingslimir sum Norðlýsið hevur tosað við eru ikki fult sannførdir um at landsstýrismaðurin kundi gjørt nakað ørvísi. Og tað ber ikki til at siga at landstýrismaðurin ikki hevur handlað.
Landsstýrismaðurin sigur í frágreiðing um fíggjaróskil á Strandferðsluni at hann hevði ikki nøktandi tøl tíðsnokk at biðja løgtingið um eykajáttan. Hann ásannar at stovnurin megnaði ikki at koma við nágreinan ella eini neyvari lýsing av nær og hvar og hví peningur manglar.
Í oktober 2013 tók landsstýrismaðurin stig til at kalla inn leiðsluna á stovninum til ein fund um fíggjarstøðuna. Á fundinum gjørdist landsstýrismanninum greitt at ráðið hevði ikki álit á fíggjartølunum hjá stovninum og at tølini samsvaraðu ikki.
Samanumtikið hevði Strandferðslan eina minninýtslu upp á 9,1 mió. kr í sparingum í olju, burturspardur summartúrur hjá Smyril, øktar inntøkur og minni nýtslu í samband við nýggju hvíldarreglur. Men hóast hesar sparingar hevði stovnurin munandi øktar lønarútreiðslur, stendur m.a. í frágreiðingini sum í gjár var latin løgtinginum.
Avleiðingar
Málið um fíggjaróskil á SSL kom av fyrstantíð fram eftir at Januar grannskoðaravirkið fekk umbøn frá landsstýrismanninum um at fremja eina grannskoðan av fíggjarviðurskiftunum hjá SSL. Har kom undan kavi at mong viðurskifti ikki vóru sum tey áttu hjá SSL , m.a. óheimilaða meirnýtslan av lønum uppá 4 mió. , 2,9 mió vóru játtaðar til broyttar hvílutíðir, men einans vóru brúktar 400 tús. til endamálið, og meirinntøkur vóru fyri 1,6 mill i sølu og farma inntøkum oso.fr.
Tá tað gjørdist Vinnumálaráðnum greitt at samanhangur var ikki í tí sum stovnurin førdi fram syrgdi Landsstýrismaðurin fyri at ein fráfaringaravtala varð gjørd við stjóran á SSL. Frá 1. januar hevur SSL verið partur av Búskaparskipan Landsins, fíggjarætlanin hjá SSL er framyvir útgreina á leiðir og fleiri onnur tiltøk sum skulu tryggja at fíggjarskil verður á stovninum eru sett í verk.
Tað er tí greitt at Landsstýrismaðurin hevur handlað og hóast hann hevur evstu ábyrgd av stovninum er tað júst spurningurin um hvørt landstýrismaðurin kundi handla øðrvísi sum verður avgerandi fyri politisku lagnuna hjá Johan Dahl.




