Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dáin helt sín 25 ára stovningardag ídag

Oliver Joensen

Tað var rættuliga brotið upp úr nýggjum, tá Dáin stóð liðugur, fyrsti bygningurin, ið bygdur er til fólk við breki í Føroyum.

Flestu munnu minnast Karl Hansen, sála, ella Toftakarl, sum hann var nevndur millum mannað her, ið við lív og sál gekk inn fyri Dáanum. Toftakarl var býráðspolitikari og hevði sjálvur barn ið bar brek, barn, sum onnur í somu støðu, bert hevði útlit fyri at búgva í Danmark á stovni. Tað mundi vera hetta, ið var drívmegin hjá Karl og øðrum undangongufólkum tá á døgum, at fáa Dáan til veruleika.

Nógv var gjørt burturúr í Dáanum ídag, og vit lata myndirnar tala fyri seg. Tó er vert at leggja til merkis, at har er mynd Amandu Hansen, konu Toftakarl, saman við Sigbjørg Danielsen, ið vóru ímillum tey fyrstu starvsfólkini á stovninum. Eisini er mynd av Jens Jensen, sum er sonur Toftakarl og Elisabeth Joensen, ið bæði sótu í fyrsta stýrinum fyri Dáan. Mynd er eisini av starvsfólkunum sum arbeiða har til dagligt, í hvussu so er av teimum, ið vóru til staðar ídag, annars landsstýrisfólk og búfólk: