Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óuppiborið stig til NSÍ

Jákup Ósá

KÍ hevði fult tamarhald á dystinum við Løkin líka til 94. minutt, tá Debes Danielsen knappliga stóð púra leysur og fekk javnað til 1-1.

Í fyrra hálvleiki hevði NSÍ kanska bóltin meir og tvær ferðir vóru teir tætt við, men hinvegin var tað KÍ, sum tóktust meira vandamiklir og komu eisini á odda við máli frá Henry Heinesen.
Í seinna hálvleiki setti KÍ set tungt á dystin og at síggja til sá út sum, at klaksvíkingar koyrdi sigurin trygt heim. Men ímóti leikgongdini, so eydnaðist tað NSÍ at javnað í 94. minutti, tá Meinhardt Olsen fekk lagt inn úr høgru og umvegis eitt KÍ bein endaði bólturin hjá Debes Danielsen, sum skoraði. Hyggja vit eftir leikgongdini, so kann ikki sigast, at tað var eitt uppiborið stig, sum NSÍ fekk, men hinvegin kendu teir sína vitjunartíð og kundu fegnast eftir dystin.
KÍ hevur við javnleikinum fyribils lagt seg á 2. pláss, meðan NSÍ verður verandi á 4. plássinum.