Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt lag frá Dynamit

Norðlýsið

Í sambandi við at Dynamit skal spæla á SF, so hava teir givið eitt nýtt staklag út, sum helst fer at runga væl á Vágsbøi.

Mong av teimum kendastu løgunum hjá Dynamit eru frá 80-unum, men tað hevur eisini eydnast bólkinum at geva nýggj løg út, sum fólk hava tikið væl ímóti og sum ikki eru nógv aftan fyri gomlu hittini, tá ið Dynamit framførir live.

Síðani Dynamit gjørdi Come Back í 2005 eru Frensurin hjá Óla, Til allar kvinnur og Hví gongur Tom altíð skid vorðin hitt. So tað verður spennandi, um hetta nýggja lagið eisini fer at rigga væl, tá ið bólkurin fer at framføra fyri fullum útblástri á Vágsbøi.

Nýggja lagið eitur Øll gera tað.
Teksturin er sum so ofta hjá Dynamit eitt sindur “kúllaligur”, men fittur kortini.

Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson

sang: Niclas Heri Jákupsson

kór: Hans Jacob Nystrøm

guitar: Mikkjal Hvannastein

Bass, guitar, trummur, tangentar, framleiðsla og ljóðbland: Erik Biskopstø.