Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturoyarduet á Tónabrúgv

Leikar í lund

Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson verða á Tónabrúgv leygarkvøldið 10.mai kl 22 í Spaniastovu. Á konsertini framføra teir sangir av fløguni “Dreymaspæl”, sangir hjá Enekk og sangir av nýggju fløguni “Nøkur fá fet aftrat” við Kára og Bendum Spónum.

Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson verða á Tónabrúgv leygarkvøldið 10.mai kl 22 í Spaniastovu.

Á konsertini framføra teir sangir av fløguni “Dreymaspæl”, sangir hjá Enekk og sangir av nýggju fløguni “Nøkur fá fet aftrat” við Kára og Bendum Spónum.

Atgongumerki kunnu keypast í Leikalund og bíleggjast á tlf. 457151. Bíløgd atgongumerki kunnu avheintast við dyrnar frá kl 21.

Um duettina
Kári Serrisson og Hans Jacob Kollslíð, báðir eysturoyingar, byrjaðu at gera sangir saman fyrst í nítiárunum.

Í 2008 góvu teir eina fløgu út saman við heitinum “Dreymaspøl.” Á fløguni eru løg hjá teimum báðum, løg til yrkingar hjá Hans Jacob Kollslíð, Christian Matras og kinverskum yrkjarum, ið livdu í sonevnda T’ang tíðarskeiðinum í 8. og 9. øld. H.D. Joensen týddi yrkingarnar til føroyskt.

Kári og Hans Jacob hava spælt saman til ymisk tiltøk í nógv ár, m.a. á G! festivalinum í 2009.

Seinasta árið hevur Hans Jacob spælt saman við Døgg Nónsgjógv, og tey hava eisini eina stutta framførslu á konsertini.

Á konsertini spæla teir sangir av fløguni “Dreymaspøl”, sangir á fløgum hjá Enekk og sangir á nýggju fløguni “Nøkur fá fet aftrat” við Kára og Bendum Spónum.

Viðfestu mynd hava tónleikararnir tikið sjálvir.

Vegna Leikar í lund

Jógvan Andrias Joensen