Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stóra campingøkið útselt

John William Joensen

Øll plássini á stóra campingøkinum á Summar Festivalinum eru umbiðin. Arbeitt verður við at finna fleiri pláss til campingvognar

Øll plássini á stóra campingøkinum á Summar Festivalinum eru umbiðin. Arbeitt verður við at finna fleiri pláss til campingvognar

Samstundis sum boð í dag eru komin um, at øll útfyllingin á Sandinum í Klaksvík verður brúkt sum campingøki á ársins Summar Festivali, staðfestir Norðoya Kunningarstova, at øll tey 200 plássini eru umbiðin.

Fólk hava í eina tíð tekna seg til campingøkið, og í dag hevur sannur telefonstormur verið á Kunningarstovuni fyri at tryggja sær pláss.

Øll tey, sum hava biðið um campingpláss á Summar Festivalinum, fáa nærri boð frá Norðoya Kunningarstovu síðst í vikuni.

Arbeitt verður nú við at finna onnur øki í Klaksvík, sum kunnu brúkast til campingvognar, tí áhugin er framvegis stórur at fáa campingpláss.

Vanliga verður sagt, at allir campingvognar, sum eru í Føroyum, eru staddir í Klaksvík á Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.