Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áki Joensen í altjóða Boccia kapping í Kanada

Tíðindaskriv

Áki Joensen hevur í vikuskiftinum luttikið í altjóða Boccia kapping í Kanada.

Áki Joensen hevur í vikuskiftinum luttikið í altjóða Boccia kapping í Kanada.

Áki, sum kappast í bólkinum BC3 við rampu, var frammanundan kappingina nummar 60 á heimsstyrkilistanum, og er nú í gongd við at royna at skaffa sær nóg nógv stig at vinna sær pláss í Paralympisku leikunum í Rio í 2016.

Tíverri gekst ikki sum ætlað hjá Áka.
Fyrsti dysturin var móti Argentina, har Áki vann samlað 3-2.
Seinna dagin gekk ikki so væl, og tapti Áki ímóti Belgia 2-10, og ímóti Kanada 2-6.
Áki slapp sostatt ikki víðari til finaluumfarið.

Áki er sjálvandi ikki nøgdur við úrslitið, men ger hetta hann bara meir uppsettan at venja hart fyri at royna at røkka málinum.