Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bilarnir hjá kommunalu vegadeildini ikki í góðum standi

John William Joensen

Tað ásannar býráði og tekur undir við ætlan frá Teknisku nevnd um at endurnýggja. Býráði samtykti at keypa nýggjan lastbil.

Tað ásannar býráði og tekur undir við ætlan frá Teknisku nevnd um at endurnýggja. Býráði samtykti at keypa nýggjan lastbil.

Frágreiðing um málið:

Víst verður til skriv frá teknisku umsiting dagfest 28. feb. 2014, har víst verður á, at standurin á bila- og

maskinpark vegadeildarinnar er vánaligur. Flestu amboðini eru sera gomul, og tí er neyðugt við endurnýggjan. Eitt av hesum amboðum er lastbilurin hjá vegadeildini, sum er sera nógv slitin.

Ein rakstrarupphædd á kr. 400.000,- skal flytast frá ”Vegir, asfalteringsviðlíkahald” til ”Maskinur, Íløgur”. Sambært hesum minkar rakstrarsíðan á fíggjarætlanini fyri 2014 við 400.000 kr, og íløgusíðan hækkar við somu upphædd. Tekur UBN undir við málinum, skal ein upphædd á kr. 250.000,- flytast frá ”Kloakkir,

”. Sølan av MANlastbilinum krevur, at kontan ”Maskinur, Íløgur” fær eina inntøku á kr. 100.000,-, sum verður at nýta til part av fíggingini.

Tilmæli:

Við hesum verður málið lagt fyri nevndir og býr.. til viðgerðar og støðutakan.

Samtyktir

UBN 07-04-2014: Nevndin tekur undir við tilmælinum frá TU, dagfest tann 28-02-2014.

TN 09-04-2014: Nevndin tekur undir við tilmæli frá TU dagf. 28-02-2014.

FíN 22-04-2014: Nevndin tekur undir við UBN 07-04-2014 og TN 09-04-2014.

BýR 24-04-2014: Samtykt

kelda: klaksvik.fo

Harleyfacadeacryl