Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnaðarflokkurin hevur landsfund

Tíðindaskriv

Javnaðarflokkurin hevur landsfund 9. – 10. mai í Hósvík. Landsfundurin er aðruhvørja ferð í Havn og aðruhvørja ferð í onkrum av hinum økjunum. Í ár í Hósvík í Norðstreymoy.

Javnaðarflokkurin hevur landsfund 9. – 10. mai í Hósvík. Landsfundurin er aðruhvørja ferð í Havn og aðruhvørja ferð í onkrum av hinum økjunum. Í ár í Hósvík í Norðstreymoy.

Landsfundurin verður settur fríggjakvøldið, har skrivarin fer at greiða frá virksemi floksins. Eisini fara lokalfeløgini at kunna um sítt virksemi og koma við boðum um framtíðarmál fyri Javnaðarflokkin.

Fundurin fríggjakvøldið endar við gestarøðu. Í ár er gestarøðarin, Camilla Brejner Schwalbe, nýliga fráfarin forkvinna í DSU, Dansk Sosialdemokratisk Ungdom . Camilla er býráðspolitikkari í Tårnby, men hevur serliga gjørt vart við seg, sum íðin politiskur viðmerkjari og funnist at, tá ið danski javnaðarflokkurin hevur slakað upp á javnaðarvirðini.

Leygarmorgunin hevur Aksel V. Johannesen formansrøðuna. Har fer hann at kunna um ætlanir floksins, og hvussu vit aftur fáa samfelagið á røttu kósina, har solidaritetur og javnaðarvirði aftur verða sett í hásæti. Eftir formansrøðuna verður kjak, har orðið er frítt, og øll kunnu koma við viðmerkingum til formansrøðuna og politisku støðuna sum heild.

Seinnapartin verður temaorðaskifti, har evnið er: Ójavni. Hvussu veksur ójavnin, og hvat hevur tað við sær?

Landsfundurin endar við veitslu kl. 19 leygarkvøldið.

Harleyfacadeacryl