Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn betur umstøður til aktivering av búfólkum

Oliver Joensen

 Røktarheimið við Vágna hevur rigga stak væl síðani tað var tikið í nýtslu. Fyri stuttum høvdu vit samrøðu við eitt av búfólkunum, ið plagdi spáka sær túrar eftir snøggu gøtuni, ið er løgd kring heimið.

Her var lag á manni at venja, við at spáka sær kring heimið, men um onkur hevði hug at seta seg niður eina løtu at hvíla, ella bara at njóta framúr útsýnið sum er her, so bar tað illa til, tí ongir beinkir vóru at seta seg á, og eisini var lendið so háttað, at ikki var lætt at fáa endan niðurat nakrastaðni.

Vit orðaðu hetta við borgarstjóran, Jógvan Skorheim, og hann legðist ikki á boðini. Nú eru tveir beinkir uppsettir, og sagt verður í býráðshúsinum at tveir beinkir afturat verða settir upp her. Onki er at ivast í, at nú summarið kemur, so fara fleiri at gera brúk av góðu umstøðunum at ganga túr kring Heimið við Vágna og tá er neyðugt at umstøður fyri at hvíla eisini eru til staðar.