Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sonni Ragnar frá byrjan í avgerandi dysti?

Jákup Ósá

FCM hevur leikbann og skaða í miðverjuni uppundir avgerandi dyst móti Brøndby hóskvøldið.

Spurningurin er, um føroyski miðverjin fær møguleikan móti Brøndby í avgerandi dysti í annaðkvøld.

Miðverjin Patrick Banggaard hevur leikbann, meðan Eric Sviatchenko er skaddur. Tí er mest sannlíkt, at Francis Dickoh og Sonni Ragnar Nattestad byrja inni í miðverjuni hjá FC Midtjylland, sambært dr.dk.

Men hetta er ikki vist. Við bold.dk sigur venjarin hjá FC Midtjylland, Glen Riddersholm, at manglandi royndirnar hjá Sonna kunnu gera, at hann ikki byrjar.

– Hann er sjálvandi uppá tal. Hann er ungur, dugnaligur og lovandi miðverji, sum vit trúgva nógv uppá. Men vit skulu eisini meta um mentala partin í einum slíkum dysti, sigur hann við bold.dk.

FC Midtjylland hevur 3 dystir eftir at spæla. Liðið liggur í løtuni nummar 2, men vinna teir á Brøndby, so fara teir aftur á 1. pláss við betri málúrtøku enn AaB.

Brøndby-FC Midtjylland byrjar hóskvøldið kl. 19.00 og verður vístur á 3+.