Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eykafloksting um dagførd stevnumið hjá Tjóðveldi

tjóðveldi

Leygardagin 10. mai stevna tjóðveldisfólk á eykafloksting sum verður sett kl. 13.00 í hølunum hjá Dugna á Hjalla. Á regluliga flokstinginum, sum var hildið í mars í Sandavági, varð samtykt at hava eykafloksting, har dagføring av stevnumiðunum skulu vera á skrá.

Leygardagin 10. mai stevna tjóðveldisfólk á eykafloksting sum verður sett kl. 13.00 í hølunum hjá Dugna á Hjalla. Á regluliga flokstinginum, sum var hildið í mars í Sandavági, varð samtykt at hava eykafloksting, har dagføring av stevnumiðunum skulu vera á skrá.

Stevnumið floksins verða við ávísum millumbilum dagførd, og á flokstinginum í Fámjin 2012 varð einmælt samtykt, at aðalstjórn og tingmanning skuldu skipa fyri at endurskoða og dagføra stevnumið floksins – við neyvum støði í teimum 9 greiðu málunum í stevnu Tjóðveldisfloksins frá 1948.

Upprunaliga arbeiddu 6 arbeiðsbólkar við at skriva uppskot til dagføringina. Fólk úr øllum landinum teknaðu seg til bólkaarbeiði. Tá ið tað arbeiðið var liðugt, setti aðalstjórn floksins ein bólk at samskipa uppskotið.

Økisfeløgini kring landið hava eisini havt limafundir, har dagførdu stevnumiðini eru viðgjørd, og limir hava havt møguleika at siga sína hugsan og gera teirra ávirkan galdandi.

Tá ið eykaflokstingið hevur havt uppskotið til viðgerðar, er ætlanin ar uppskotið skal vera gundarlag undir einari styttri útgávu og einari útgávu, sum er eitt sindur drúgvari og meira nágreiniligt.

Eylaflokstingið er alment, og øll er vælkomin.

Skráin fyri dagin:

13.00 Petur í Gong aðalstjórnarformaður setur eykaflokstingið

13.15 Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara
13.30 Framløga og viðgerð av uppskoti frá Unga Tjóðveldið
14.00 Framløga og viðgerð av uppskoti um dagførd stevnumið
15.00 Støðgur

15.15 Framhaldandi viðgerð og kjak

17.30 Niðurstøða og atkvøðugreiðsla

18.00 Yvirlýsing

18.30 Ábit