Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samanlegging av fólkaskúlunum tryggjar øllum borgarum í Norðoyggjum eins tænastu

John William Joensen

Formaðurin í skúlastýrinum í Skúlanum við Ósánna, Karl Birgir Isaksen hevur ongantíð skilt at tað ber til at sundurskilja børnini í Klaksvík í tveir sjálvstøðugar skúlar. Tí er tað sjálvsagt at býráðið tók avgerð um at leggja skúlarnar saman sigur hann.

Formaðurin í skúlastýrinum í Skúlanum við Ósánna, Karl Birgir Isaksen hevur ongantíð skilt at tað ber til at sundurskilja børnini í Klaksvík í tveir sjálvstøðugar skúlar. Tí er tað sjálvsagt at býráðið tók avgerð um at leggja skúlarnar saman sigur hann.

Í Klaksvík eiga børn at fáa somu tilboð og treytir, óansæð hvar í býnum tey búgva. Tað hevur ikki verið nøktandi at foreldur skulu møta til fundir, stilla upp til tvey skúlastýri og halda skil á ymiskum klokkutíðum og frídøgum hjá børnunum. Tað er sjálvsagt at øll skúlabørnini frá 1. flokki hava somu karmar og møguleikar í skúlanum.

Fyri lærarar er tað sjálvsagdur fyrimunir at nógv børn eru í sama árgangi. Tað gevur góðan møguleika fyri felagsundirvísing, bólkaarbeiði og tvørfakligum samstarvi. Skúlin gerst meira fjølbroyttur og børnini fáa í størri mun lærarar, sum eru dugnaligari til sítt fak. Lættari verður at skipa val-klassar, tá ið næmingarnir skulu velja lærugreinar sum sjómansskap, miðlar, leiklist, íverksetan og annað. Sum heild fær skúlin nógv størri gleði av fakligheitini hjá lærarunum.

Fyri tey sum skulu mannað leiðsluna er ein felagsskúli við fýra deildum tað rættasta vitandi hvørji felagshølir skúlin ræður yvir og hvørji serlærarar eru til taks – klárt at fara til verka.

Við nýggja bygnaðinum verður skúlin nú skipaður í fýra deildir við hvør sínum varaskúlastjóra og vit fáa ein nýmótans skúla við øllum teimum tilboðum og hentleikum sum framtíðin krevur. Øll børn í Norðoyggjum fáa sama tilboð og tí fara øll at kenna ognarskap í felags skúlanum.

Sæð frá politiskari síðu var skúlasamanleggingin einasta gongda leiðin. Stórdriftsfyrimunir, einsljóðandi og væl fyriskipað skúlatilboð o.so.fr.. Nú ber til at hugsað yvirskipað og enn betri møguleikar fyri at mentanin, ítrótturin og lokal samfelagsmenning gerast partur av Klaksvíkar Skúla, sigur Karl Birgir Isaksen, sum fegnast at tað loksins var meiriluti fyri samanlegging í býráðnum og at allar útbyggingar av fólkaskúlanum í Klaksvík í framtíðini fara at gagna øllum borgarum í kommununi.