Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hampa um bretsku krígsgravirnar í Føroyum

John William Joensen

Bretar gloyma ongantíð falnu hermenn sínar, men minnast teir við virðing og sóma – sama hvar í heiminum, teir liggja grivnir.

Bretar gloyma ongantíð falnu hermenn sínar, men minnast teir við virðing og sóma – sama hvar í heiminum, teir liggja grivnir.

-Eg eri sera fegin og stoltur av at hava fingið litið hesa ærumiklu og háðarligu uppgávu upp í hendur.

Tað sigur ein eyðmjúkur Heini Joensen, gartnari og stjóri í sp/f Vøxtri.

Hann og hansara menn eru í hesum døgum í ferð við at hampa og fðka um bretsku krígsgravirnar og steinarnar í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn – ella kirkjugarðinum Undir Heygnum Mikla, sum er upprunanavn hansara.

Tey eyðkendu bretsku gravstøðini beint eystanfyri Kirkjugarðskapellið, ið eru upp á góðar 200 fermetrar tilsamans og telja íalt 47 gravir (íroknað sjey norskar og tríggjar ónavngivnar gravir), skulu lúka sama høga standard sum krígsgravirnar í Stóra Bretlandi og aðrastaðni kring kttin, har hermenn úr Commonwealthlondunum frá báðum heimskríggjunum liggja grivnir.

Tað er The Commonwealth War Graves Commision (CWGC) við høvuðssæti í Onglandi, sum hevur umsitingina og varðveitingina av gravunum og minnisvarðunum um hendur.

Hetta verður gjørt sambært serligum reglum og forskriftum, sum vórðu settar í gildi við kongligari fyriskipan í 1917 og broyttar og víðkaðar í 1964.

Grønar og vakrar alt ár

-Arbeiðið hjá okkum snýr seg m.a. um at taka gamla flagið av gravunum, beina fyri øllum gomlum vøkstri, arbeiða moldina og gera nýtt vakstrarundirlag, har tað er neyðugt, áðrenn nýtt flag verður lagt omaná, greiðir Heini Joensen frá.

-Umboð fyri CWGC koma til Føroya í heyst at hyggja at úrslitinum, og tá fara vit í felag at gera eina plantuætlan fyri gravirnar, sum skal vera við til at tryggja, at gravirnar eru grønar og vakrar alt árið, leggur stjórin í garðyrkisfyritøkuni Vøxtri aftrat.

Ætlanin er eisini, at ein blómurás skal gerast báðumegin gravsteinarnar. Talan verður um serliga útvaldar blómur, ið tola føroyska veðurlagið.

Heini Joensen sigur, at miðverður eftir at seta planturnar niður í heyst. Arbeiðið, teir nú eru í holt við, skal annars vera liðugt umleið 1. juni.

rir gravir somu umsorgan


The Commonwealth War Graves Commission ætlar eisini at hampa um og viðlíkahalda hinar bretsku krígsgravirnar í Føroyum – í Miðvági, Klaksvík og Vági.

-Mær dámar væl henda bretska siðin. Bretar sýna á henda hátt sínum falnu heiður og æru við allaðina at halda gravirnar tipptopp, sigur Heini Joensen, sum leggur aftrat, at hetta er fyrstu ferð, hann hevur fingið eina tílíka uppgávu, ið ikki frammanundan er avmarkað av eini skerdari játtan til endamálið.

Her skal alt bara vera av sama høga standardi, sum galdandi er fyri allar aðrar Commonwealthkrígsgravir kring kttin. So bretar kunnu avgjørt ikki árast fyri at vera pírnir, tá tað kemur til at hava umsorgan fyri sínum falnu.

-Tvørturímóti verða tey mint við virðing og sóma – nakað, sum eg haldi, at vit kundu lært eitt sindur av, sigur Heini Joensen, sum kundi ynskt, at sami standardur var galdandi fyri øll gravstøð í Føroyum.

Vitja javnan í Føroyum

Umboð fyri CWGC koma regluliga til Føroya at hyggja at gravunum og ikki minst at takka teimum, sum halda gravirnar viðlíka.

-Tá tey vóru her í september í fjør, avgjørdu tey at heita á eitt lokalt felag um at standa fyri arbeiðnum at uppstiga krígsgravirnar her, so tær lúka sama høga støði sum aðrastaðni í heiminum, sigur Tummas Hanus Dam, ið er bretskur konsul í Føroyum.

Valið fall á sp/f Vøxtur í Hoyvík, sum í løtuni hevur fimm mans í arbeiði. Av teimum arbeiða 2-3 í løtuni burturav við at bøta um bretsku gravirnar.

Orsøkin til, at varðveitingar– og viðlíkahaldsarbeiðið eisini umfatar tær sjey norsku gravirnar í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, er, at hetta er sambært avtalu millum norðmenn og CWGC. Slíkar avtalur eru eisini vanligar aðrastaðni.

Sóknast eftir navni á ókendum sjómanni

Ein av teimum trimum ónavngivnu bretsku gravunum í kirkjugarðinum Undir Heygnum Mikla hevur serligan áhuga hjá The Commonwealth War Graves Commission.

Her liggur ein ungur breti, ið varð funnin deyður á sjónum út fyri Kirkju4. mars 1943. Hann varð grivin í Havn dagin eftir, uttan at tað nakrantíð hevur eydnast myndugleikunum at finna út av, hvør ið hann var.

Sambært Óla Jacobsen, fyrrverandi formanni í Føroya Fiskimannafelag, ið eftir áheitan frá bretska konsulinum í Føroyum hevur roynt at koma til botns í málinum við at leitað í gomlum keldutilfari, finst mestsum onki á prenti um hesa hendingina – ei heldur á mannamunni.


Somikið er tó greitt, at líkið av manninum varð funnið um sama mundið, sum vágsskip

“Gracie” fórst undir Føroyum við allari manningini í illveðri síðst í februar 1943.

Hildið verður tí, at bretin er sligin út av onkrum bretskum herskipi ella vápnaðum trolara í hesum sama illveðrinum. Hann var í hermannalíknandi búna, tá líkið av honum varð funn.

Tummas Hanus Dam, konsul, ger vart við, at um onkur er, sum veit um mannin at siga, vilja

hann og The Commonwealth War Graves Commission ógvuliga fegin frætta frá viðkomandi.