Til seinasta tingdagin í hesari tingsetuni eru nakrar eykajáttanir m.a. ein umbøn frá Karsten Hansen um at játta meira til serviðgerir uttanlanda
Til seinasta tingdagin í hesari tingsetuni eru nakrar eykajáttanir m.a. ein umbøn frá Karsten Hansen um at játta meira til serviðgerir uttanlanda
Í brævið til fíggjarnevndina skrivar Karsten Hansen:
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur biðið um at fáa flutt 1.700 tús. kr. frá høvuðskontu 11.20.3.04.
Landssjúkrahúsið til høvuðskontu 11.20.3.20 Serviðgerð uttanlands við eykajáttan.
Sum kunnað um á fundi við Løgtingsins fíggjarnevnd, er nakað av virksemið í ár framt innan ryggkirurgi, og biður Landsstýrismaðurin tí um, at upphæddin verður broytt frá 1.700 tús. kr. til 900 tús. kr.
Landsstýrismaðurin kunnaði eisini um, at seinasta framrokningin av útreiðslunum á kontu 11.20.3.20 Serviðgerð uttanlands vísir, at við verandi gongd koma um 7 mió. kr. at vanta í til virksemið. Tað er altíð ein ávís óvissa í framrokningunum, men tað er eingin ivi um, at játtan kemur at vanta í. Landsstýrismaðurin hevur ikki haft møguleika at kunna landsstýrið um støðuna, men verður tað gjørt í næstum.




