Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Glaðir næmingar planta trø í Klaksvík

Føroya Prent

“Føroyaprent plantar trø” er komið til Klaksvíkar. Næmingar úr 8. flokki í skúlanum á Ziskatrøð vóru í góðum hýri í morgun, tá teir sluppu út í sól og fríska luft at planta 100 trø frá Føroyaprent. Saman við Klaksvíkar Kommunu hevur lærarin, Hjørdis Hávarsá, skipa fyri, at eitt øki úti á Bumshamri var klárt at planta í. Næmingarnir fóru hugagóðir til verka og nakrir næmingar kundu lættliga hildið á at planta.

Økið, sum plantað varð í, liggur beint við vegin, og tað er lætt at ímynda sær hetta økið grønari um nøkur fá ár, tá trøini eru vaksin til og fríðka um.

Øll trøini verða keypt frá Skógrøkt Landsins, sum leggur stóra orku í føroyska framleiðslu av trøum og runnum. 

Føroyaprent plantar trø, tí tað minnir okkum á, at alt okkara virksemi sum prentsmiðja og bókbindarí, er tengt at pappíri frá trøum. Ein bók kann gerast líka gomul sum eitt træ, og bæði bøkur og trø kunnu gleða og ríka okkum menniskju.

Trøini binda CO2 meðan tey vaksa, og í burðardyggum skógarbrúki verða tey feld, tá tey ikki vaksa meira og nýtt til m.a. pappír. Samstundis verður minst eitt nýtt træ gróðursett.

Føroyaprent hevur nú latið og plantað 2500 trø íalt. Hetta hevur verið gjørt í fleiri bygdum og býum, saman við t.d. skúlum, barnagørðum, grannaløgum o.ø. Fleiri trø verða gróðursett afturat í summar og í heyst.

Harleywoodpaint