Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjarar heim við 35 heiðursmerkjum

Tíðindaskriv

Føroyskir svimjarar hava júst luttikið á íslendsku meistarastevnuni fyri masters við avbera góðum úrslitum. Tilsamans kappaðust føroysku luttakararnir 54 ferðir og vunnu 15 gullmerki, 7 úr silvuri og 13 úr bronsu.

Føroyskir svimjarar hava júst luttikið á íslendsku meistarastevnuni fyri masters við avbera góðum úrslitum. Tilsamans kappaðust føroysku luttakararnir 54 ferðir og vunnu 15 gullmerki, 7 úr silvuri og 13 úr bronsu.

Mest vinnandi føroyingur vóru 67 ára gamli Eyðun Bærentsen og 35 ára gamli Jóhan Ásmundarsson, sum vunnu ávikavist fimm og fýra gullheiðursmerki, umframt hvør sítt í liðsvimjing. Harumframt vann Jóhan trý bronsuheiðursmerki í einstaklingakapping, og báðir hvør sítt bronsu í liðsvimjing.

Á kvinnusíðuni var Annika Antoniussen mest vinnandi føroyingurin við tveimum gullheiðursmerkjum, umframt einari silvur í liðsvimjing. Tóra Bærentsen vann eina gull og eina bronsu í einstaklingakapping.

Føroysku svimjararnir vóru eisini skjótir í liðsvimjing, men vóru tó í so ofta kolldømdir fyri tjóvstart í skiftum millum svimjarar, skrivar heimasíðan svimjing.com.

Rørsluliðið er ein partur av Havnar Svimjifelag, og felagið ynskir føroysku svimjarunum hjartaliga tillukku við brøgdunum í Íslandi, ið gav heili 35 heiðursmerkir.

Stóri áhugin fyri svimjing og teir mongu luttakararnir undirstrikar enn einaferð, hvussu týdningarmikið tað er, at eisini høvuðsstaðurin fær ein 50 metra hyl.

Tað var tí sera fløvandi at hoyra á 75 ára jubileumssamkomuni hjá Havnar Svimjifelag í november, at bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini, siga seg taka treytaleyst undir við at byggja ein so leingi saknaðan 50 metra hyl.

Heðin Mortensen segði enntá vænta, at svimjararnir kundu loypa í nýggja hylin um tvey ár. Tað vil siga um hálvtannað ár frá nú av.

Havnar Svimjifelag bíðar í spenningi eftir, at kommunan fer undir verkætlanina við 50 metra hylinum.

Mynd: Svimjing.com/Steinbjørn í Dali