Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya besta lið vitjar í Klaksvík

Jákup Ósá

Bæði á stigatalvuni og leikliga er B36 Føroya besta lið inntil víðari í 2014. Ger KÍ nakað við oddaliðið sunnudagin?

Bæði á stigatalvuni og leikliga er B36 Føroya besta lið inntil víðari í 2014. Ger KÍ nakað við oddaliðið sunnudagin?

B36 er einsamalt á odda í Effodeildini. Liðið hevur ongan dyst tapt og bara HB og Víkingur hava megnað at fingið stig frá árstalsfelagnum. Samstundis hevur B36 við sínum 19 málum verið mest skorandi liðið í deildini higartil. Og flestu miðlafólk eru ikki í iva um, at B36 eisini leikliga er best spælandi liðið í Føroyum fyrstu 7 umførini.

Í B36 uppstillingini eru nógvir leikarar, sum avrika væl í ár. Tórður Thomsen hevur ikki gjørt stórvegis feilir í málinum, bakkarnir í Høgna Eysturoy og Alex Mellemgaard standa sterkir í myndini, har Alex við sínum deyðbóltum leggur upp til nógv mál (flest í Effodeildini). Í miðverjuni hevur Hørður Askham hildið á, har hann slepti í fjør. Á miðvøllinum er Róaldur Jacobsen í gongd við sítt besta kappingarár nakrantíð og A-landsliðsboðini munnu vera rættuliga nær nú. Jákup á Borg er kanska ársins leikari higartil í ár og í álopinum hevur B36 í Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal tveir sera vandamiklar leikarar, har serliga Lukasz sum oftast spælir sera væl í Klaksvík. Sostatt er tað eitt lið, sum á flestu plássum er rættuliga sterkt og beint nú hevur stóra viðgongd við m.a. 8 málum móti ÍF og EB/Streymi seinastu tveir dystirnar.

Ræðandi styrkin hjá B36 sást eisini aftur í, at allir tríggir viðmerkjararnir hjá Rás 2 – André Olsen, Tróndur Arge og Ólavur Larsen – tippa ein B36 sigur. Teirra metingar kunnu hoyrast HER. Hinvegin væntar Jens Martin Knudsen í FSF varpinum ein javnleik. Tann metingin kann síggjast HER.

Í Norðlýsinum er drúgv meting av, hvussu blaðið væntar, at dysturin í Klaksvík endar.

Spurningurin er so, um KÍ ger nakað við Føroya besta lið sunnudagin?