Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rasmus dugir sítt kramm

Danial Viðoy

FRIGG: Rasmus Lyberth úr Grønlandi kann sigast, at duga sítt kramm. Hann dugir at undirhalda! Tað mann vera meginreglan innan tónleikabransjuna. Ein av bestu konsertunum á festivalinum.

FRIGG: Rasmus Lyberth úr Grønlandi kann sigast, at duga sítt kramm. Hann dugir at undirhalda! Tað mann vera meginreglan innan tónleikabransjuna. Ein av bestu konsertunum á festivalinum.

Rasmus Lyberth fekk veruliga fólkamongdina við sær í kvøld. At snakka í millum løgini var hann góður til, og løgini vóru avslappandi og deiliga norðurlendsk.

Um vit snakka um ein manglandi múrstein til eini hús, so hevði Rasmus Lyberth verið tann seinasti. Tí sigast kann, at hann passaði sera væl til Frigg-grundregluna. – Tað, at savna norðurlendingar.

Hann var upplagdur og fevndi víða í sínum undirhaldi. Tað merktist millum áhoyrararnar. Huglagið var avslappandi, og hann tekti fleiri og fleiri fólk til konsertina, so sum løtan leið.

Ja myndirnar tala fyri seg.

Harleywoodpaint