Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byrta birtir eld í hjørtuni

Danial Viðoy

FRIGG: Byrta er ein lutfalsliga nýggjur bólkur í Føroyum. Men longu nú hava tey ein stóran lurtara-skara. Tað er eisini ein grund til tess; framførslurnar eru altíð líka góðar. Soleiðis var eisini í kvøld. Tí enn einaferð megnaði Byrta at birta eld í hjørtuni á skaranum.

Byrta hevur eitt serstakt ljóðbland. Hetta ljóðblandið rakar rættiliga nógv føroysk hjørtu. Tað er heldur ikki sørt, at føroyingar eru stoltir av Byrta.

Nær spælir Byrta? Vit mugu skunda okkum, nú byrjar Byrta at spæla. Vit mugu hoyra Byrta. – Ja hetta eru bert nakrir av setningunum undan konsertini við Byrta.

Bert hetta sigur eitt sindur um áhugan fyri Byrta. – Og áhoyrararnir vórðu heldur ikki skuffaðir í kvøld. Ein hjartanemandi framførsla. Soleiðis føldi undirritaði tað, ið hvussu er. Og undirritaði merkti eisini nøgdsemi millum áhoyrararnar.

Enn ein frálík konsert.