Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 vann tætta uppgerð

Jákup Ósá

Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá KÍ og B36 spældu í Klaksvík í dag.

B36 spældi betri í fyrra hálvleiki

KÍ byrjaði væl og beinanvegin skoraði KÍ eftir hornasparksinnlegg frá Tóri Justesen, sum endaði við, at Rodrigo Silva skoraði. Men eftir hetta setti B36 seg á dystin og átti restina av hálvleikinum. Teir javnaði eftir frísparksstøðu, sum endaði við at Adeshina Lawal skoraði. Og áðrenn hálvleik gjørdi Hjalgrím Elttør brotsspark móti vælleikandi Róaldi Jacobsen, sum Jákup á Borg skoraði uppá.

Tungt KÍ trýst

Í seinna hálvleiki sóu vit eitt nógv betri KÍ lið, sum størsta partin av hálvleikinum sat tungt á og trýsti B36 í botn. Men sum oftast manglaði tað síðsta, tá bólturin kom í feltið. B36 verjan stóð sera væl og í málinum var Tórður Thomsen tryggur. Tá 79 minuttir vóru farnir bleiv Álvur Christiansen feldur í brotssteiginum og heima áskoðararnir róptu eftir brotssparki, men hesaferð tagdi floytan hjá Eiler Rasmussen, sum heima áskoðarafjøldin ofta var sera ónøgd við. KÍ kom til 3-4 heilt stórar møguleikar í seinna hálvleiki, meðan B36 var vandamikið í snarálopunum og hevði einstakar góðar møguleikar. Tá KÍ seinastu løtuna kastaði nógv fólk fram, so revsaði B36 í snarálopi, tá Adeshina Lawal fór allan vegin gjøgnum KÍ verjuna, sum var alt ov passiv. 3-1 var endaliga úrslitið.

B36 vísti styrki

Hjá KÍ kom nógv meira ferð á liðið, tá Heðin á Lakjuni og serliga Álvur Christiansen komu inn eftir ein tíma. KÍ liðið spældi kanska ov nógv við longum bóltum ístaðin fyri at brúka sterku síðirnar. B36 staðfesti sín oddasess og liðið vísti nógvar góðar dygdir og hugburðurin hjá leikarunum tykist sera góður – eisini tá tað stendur á. Við hesum úrslitinum er KÍ farið 7 stig afturum B36, sum saman við HB sær út til at hava beina kós móti einum tvívegis FM stríði.

Harleyfacadeacryl