Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nei, spyr meg ikki, segði Magnus Johansen á Karlamagnus

Norðlýsið

 Karlamagnus, sum eisini roynir við snellu eftir upsa, kom á Klaksvík ímorgun. Tá vit ringdu til skiparan, magnus Johansen, merktist at har var lagið ikki av tí allarbesta. -Ájøsus, er tað tú, spyr meg ikki. 

Vit hava verið úti í fýra dagar, og hava 4.500 pund inni. Fyrst vóru vit á Baily, men tað gav onki, so fóru vit á Føroya Banka, men har vóru trolarar í bæði borð, so har bleiv heldur onki burturúr, fóru so á Munkagrunnin har hava vit hespast í gjár og fingu eini 3.500 pund, tað var alt. Nei, higartil hevur várið ikki roynst okkum, sigur Magnus Johansen, skipari at enda.