Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Effodeildin farin í tríggjar bólkar

Jákup Ósá

5 stig skilja FM bólkin við miðbólkin og tað sama skilir miðbólkin við niðurflytingarbólkin.

5 stig skilja FM bólkin við miðbólkin og tað sama skilir miðbólkin við niðurflytingarbólkin. 

HB og B36 síggja út til at fara lið um lið avstað og berjast um FM heitið. Í miðbólkinum eru bara 3 stig á muni frá KÍ á 3. plássi og niður til Víking á 7. plássi. Í botninum stríðast B68, Skála og AB um at vera yvir niðurflytingarstrikuni. Har liggur B68 í løtuni eitt stig frammanfyri hini bæði liðini. 
Enn eru bara 8 umfør leikt og bara 5 stig millum bólkarnar, men tað tykjast vera greiðar ábendingar um, at kappingin fer at koyra í trimum bólkum, har vit møguliga síggja okkurt lið flyta seg í annan bólk.
Komandi umfar eru dystirnir hesir:
HB-Skála
EB/Streymur-Víkingur
ÍF-AB
B68-KÍ
NSÍ-B36