Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útlendingar læra føroyskt í Kvøldskúlanum

klaksvik.fo

Í vetur hava umleið 30 útlendingar gingið til undirvísing í Kvøldskúlanum í føroyskum máli og mentan. Tað eru Rannvá Joensen og Jórun Høgnesen, sum skipa undirvísingina.

Í vetur hava umleið 30 útlendingar gingið til undirvísing í Kvøldskúlanum í føroyskum máli og mentan. Tað eru Rannvá Joensen og Jórun Høgnesen, sum skipa undirvísingina.

– Tey koma skjótt eftir teimumføroysku orðunum, og teimum dámar væl at koma í skúla, sigur Rannvá Joensen, sum eisini fegnast um, at talið av útlendingum,sum koma til undirvísing, er vaksandi. Tey eru deild í bólkar, og tað riggar sera væl, at vit eru tveir lærarar, sigur Rannvá Joensen.


Umleið helvtin eru norðurlendingar,og hin helvtin eru eysturlendingar. Viðvíkjandi eysturlendingunumer mest talan um kvinnur, sum eru giftar føroyskum monnum og havaarbeiði.

Í kvøld hugnaðu tey sær viðeksotiskum mati, nú tey slutta av fyri í vetur.

– Tað er deiligt, at vit umvegisKvøldskúlan kunnu bjóða útlendingunum eitt undirvísingartilboð,tí alt er so fremmant, tá ið tey koma hertil. Eisini vísir taðseg at vera eitt sosialt tiltak, sum tey møta væl upp til, sigurErik Biskopstø, leiðari fyri kvøldskúlan.