Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

-FRIGG Eitt heimligt upplivilsi

Danial Viðoy

Emil Biskopstø er sera væl nøgdur við Friggfestivalin. – At merkja føroyskt huglag saman við føroyingum í Keypmannahavn, er ikki at forsmáa, sigur Emil.

Emil Biskopstø er sera væl nøgdur við Friggfestivalin. – At merkja føroyskt huglag saman við føroyingum í Keypmannahavn, er ikki at forsmáa, sigur Emil.

Emil Biskopstø er lesandi í Keypmannahavn. Hann var á Frigg og er væl nøgdur við tiltakið.


Eitt minni ’format’ av SummarFestivalinum

Vit spurdu hann hvat honum dámdi Frigg.

– Fyri tað fyrsta var hann sera góður. Góður, tí møguleiki var at møta føroyingum og góður, tí møguleikin samstundis eisini var at hoyra føroyskan tónleik, sigur Emil. Hann leggur eisini afturat, at íslendsku, grønlendsku og donsku tónleikanøvnini vóru góð.

– Ja, hetta var eitt minni format av einum góðum SummarFestivali, sigur Emil Biskopstø, sum umframt at búgva í Keypmannahavn, er ein klaksvíkingur við einum nokkso stórum K.


Heimligt

– Huglagið ella stemningurin á festivalinum bar brá av heimleika, fortelur Emil víðari.

– Tí her fylgdist eg við vinum og kenningum úr Føroyum og øðrum føroyskum lesandi, sum eg eisini vanliga síggi á festivalinum heima á klettunum. Hetta, kryddað við góðum norðurlendskum tónleiki, gjørdi sítt til, at Frigg-festivalurin fekk ein heimligan dám.

– Tað er ein framíhjárættur at sleppa at uppliva hetta í Keypmannahavn, leggur ein nøgdur Emil afturat.

Emil vónar at Frigg verður endurtikin komandi ár.