Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Malta dysturin farin í vaskið

Jákup Ósá

Malta kemur ikki til Føroyar at spæla venjingardyst í juni í ár, sum annars var avtalað fyri einum ári síðani.

Malta kemur ikki til Føroyar at spæla venjingardyst í juni í ár, sum annars var avtalað fyri einum ári síðani.

Tað var í oktober í fjør, at Malta bjóðaði Føroyum ein  venjingardyst í November á Malta 19. november. Avtalan var eisini, at Malta skuldi koma til Føroyar í juni í ár, staðfesti hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen á heimasíðuni hjá FSF.

– Tað er altíð gott hjá føroyska landsliðnum at fáa vinardystir, tí seinastu nógvu árini hevur tað verið trupult hjá okkum at fáa tílíkar dystir, serliga á heimavølli. Hesin dystur hevur nevniliga við sær, at Malta kemur hendanvegin í juni mánaða komandi ár, segði Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á A-landsliðnum tá.


Síðani hevur einki verið at frætt um hendan dystin í Føroyum og nú juni mánaði nærkast, so vendi Norðlýsið sær til Terja Nielsen, fjølmiðlafólk hjá FSF, við spurninginum um, hvat bleiv av hesum dystinum.

– Tað var ætlanin, at hasin dysturin skuldi spælast í Føroyum í juni, men tað hevur ikki borið til at finna eina dagfesting, har tað hevur borið til hjá báðum pørtum. Avtalan um ein dyst í Føroyum er tó framvegis galdandi, og arbeitt verður við at finna eitt tíðspunkt komandi ár, har vit kunnu taka ímóti Malta í Føroyum, sigur Terji Nielsen við Norðlýsið.



Sostatt er venjingardysturin móti Malta í ár farin í vaskið, meðan arbeitt verður við at finna tíðspunkt í 2015 fyri dystinum. Føroyska fótbóltslandsliðið spælir fyrsta EM undankappingardystin 7. september á heimavølli móti Finnlandi.