Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú bíða menn spentir til í heyst

Danial Viðoy

SATT BYGDALÍV: Menn, ella rættari sagt mannligir unglingar, vóru í gjár við veðrum yviri í Oyggjaskorum. Oyggjaskor er eitt fitilendi norðanfyri á Viðoynni, sum í mong ár hevur elvt til góðar veðrir og har við góðan smakk í góma hjá viðingum.

SATT BYGDALÍV: Menn, ella rættari sagt mannligir unglingar, vóru í gjár við veðrum yviri í Oyggjaskorum. Oyggjaskor er eitt fitilendi norðanfyri á Viðoynni, sum í mong ár hevur elvt til góðar veðrir og har við góðan smakk í góma hjá viðingum.

Í gjár sleptu teir 14 veðrir yvirum. Tveir av hesum veðrunum vórðu sleptir í millum Dranga, sum er eitt minni fitilendi ávegis niður í Oyggjaskor. Manningin taldi ellivu.

Norðlýsið hevði fjarritara á staðnum í gjár, og sum skilst gekk túrurin avbera væl. Teir fóru av Garði um eitt-tíðina seinnapartin og vóru aftur á Garði um tíggjutíðina í gjárkvøldi.

Tíðin at taka havhestaegg er so smátt búgvin. Og er tað nakað, sum viðingar eru villir eftir, so er tað fuglaføði. Ávegis til hús royndu nakrir at taka nøkur havhestaegg, men úrtøkan gjørdist ikki meira enn 13 egg. Tað bendir á, at tey, sum væl dáma havhestaegg, mugu bíða nakrar dagar afturat.

Tað er ikki vandaleyst at klintrast í bjørgunum. Ein maður kom til skaðis í gjár. Hesin beklaði fótin illa, men tað er helst ikki brotið. Hesin hevði ein strævnan túr til hús. Hann hevur fingið høkjur frá læknanum.

Í heyst verður farið yvir aftur eftir veðrunum. Ímeðan bíða menn spentir, hvussu skurðurin fer at hildnast.

Í fjør var sami túrur gjørdur 26. mai. MYNDIR OG GREIN FRÁ TÍ TÚRINUM HER

Myndirnar frá í gjár eiga Tórhallur og Gunnar V. Staksá.