Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pínligt KÍ avrik á Svangaskarði

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

KÍ fekk bank á Svangaskarði íkanska vánaligasta dystinum hjá KÍ síðani uppflytingina í 2010.

Dysturin var ikki meir enn byrjaður,so var 2-0 til B68. Og so var støðið lagt. Hetta skuldi blíva eintann mest pínligi KÍ dysturin í fleiri ár. Eingin vilji, einkisamanhangandi spæl og ein rúgva av persónligum mistøkum. B68 erlítið felag og júst flutt upp, har teir í stóran mun hava egiðfólk. Á pappírinum eru teir kanska eisini millum veikastu liðinií deildini, men teirra hugburður var fyrimyndarligur. Liðið hekkvæl saman og uppá kontra álop vóru teir sera vandamiklir. Beinteftir hálvleik fingu toftamenn tvey mál afturat og 4 mál fyrstu 51minuttirnar var ikki ov litið, tí tað var verulig útsøla í KÍverjuni. Í grundini kundi B68 havt skorað fleiri mál afturat,meðan KÍ eisini hevði onkrar góðar møguleikar. Eftir 4-0 máliðreistist KÍ eitt lítið sindur og seinasta hálva tíman fekk KÍ 3mál, har Páll A. Klettskarð gekk á odda. Tá hevði Kí eisinimøguleikar til fleiri onnur mál.

Endaliga úrslitið gjørdist 5-3 tilB68 í einum dysti, har tað ongantíð var spenningur um úrslitið.Síðani KÍ í 2010 flutti upp í bestu deildina, so var hettakanska vánaligasti einstaki dysturin hjá liðnum yvirhøvur hesi 4árini. Tað var í veruleikanum pínligt at vera KÍ áskoðarihendan dagin. B68 hevði áðrenn hendan dystin skorað 6 mál í 8 umførum, so tað sigur alt um KÍ verjupartin, at teir skorað 5 mál í dag. B68 kundi hinvegin fegnast um sín næsta sigur í árog helst sítt besta avrik hetta kappingarárið, hóast mótstøðanvar lítil. KÍ hevur 13 stig fyri 9 umfør og tað gevur eitt 4.pláss, sum ikki er nøkur katastrofa, men slík avrik mugu heilt einfalt ikki koma fyri. Komandiuppgávurnar eru í Klaksvík móti HB og Víkingi.