Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yrkiskønir viðgerar kunnu fáa betri úrslit, hava teir veruligt og satt samband við borgaran

Tíðindaskriv

Yrkiskønir viðgerar kunnu fáa betri úrslit, hava teir veruligt og satt samband við borgaran. Hetta er boðskapurin hjá fremsta danska Gestalt psykoterapeutinum John Ewans Portings í tveimum fyrilestrum fyri lærarar, námsfrøðingar og viðgerar tann 23. mai í Fuglafirði og í Havn.

Yrkiskønir viðgerar kunnu fáa betri úrslit, hava teir veruligt og satt samband við borgaran. Hetta er boðskapurin hjá fremsta danska Gestalt psykoterapeutinum John Ewans Portings í tveimum fyrilestrum fyri lærarar, námsfrøðingar og viðgerar tann 23. mai í Fuglafirði og í Havn.

Við fyrilestrinum fer hann upp í orðaskiftið, sum í løtuni er um at læra seg at lurta eftir børnum og ungum, tá ið tey siga nei og vísa frá sær øll tey krøv og allar tær vónir, sum vaksnamannaheimurin setur teimum. John Ewans Porting fer at greiða frá einstøkum dømum og eggja áhoyrararnar við hugvekjandi uppgávum.

”Tað er ein alt ov langur teinur ímillum almennu viðgerðarskipanirnar og menniskjað. Borgarin verður alt ov nógv settur í bás og mettur eftir talvum og sjúkuavgerðum, og menniskjað sjálvt kennir tað, sum um eingin lurtar eftir sær.”

”Tá eru vit á skeivari kós, og bæði borgari og viðgeri svíða fyri tað. Hetta er vorðið heilt vanligt í norðurlendskari viðgeramentan, men vit kunnu bøta um tað. Og tað viðvíkur øllum teimum viðgerðarbólkum, sum arbeiða við menniskjum: Lærarum, námsfrøðingum, læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og leiðarum.”

Soleiðis sigur John Ewans Porting, sum í ein mansaldur hevur verið av fremstu gestaltviðgerum í Norðurlondum.

”Fleiri námsfrøðingar og viðgerar halda, at tað, at børn sum vaksin eru tortrúgvin og tvør, merkir tað sama sum, at tey ikki vilja vera við. Men eg skilji tað heldur sum eina áheitan frá persóninum um at fáa eitt satt samband,” sigur John Ewans Porting og eggjar tí yrkisfólki at hugsa um, hvussu tey eru mótvegis borgarunum – sama um tey eru børn ella vaksin.

”Skipanirnar leggja alt ov stóran dent á próvtalsstigar, aðrar mátsstigar og sjúkuavgerðir. Borgarin missir lættliga bæði samband við og eisini álit á tann yrkiskøna, sum ikki er saman við fólki, sum hann sjálvur er, og við síni egnu lívssøgu. Báðir partar missa tað sanna sambandið hvør við annan, og hvørki viðgeri ella borgari fær tað burturúr, ið kundi verið fingið burturúr: eitt gott og varandi úrslit. Fyri samfelagið er tað at søpla pening burtur, fyri menniskjuni er tað syrgiligt.”

”Øll minnast frá skúlatíðini onkran lærara, ið veruliga gjørdi mun. Nógv av hesum yrkiskønu gera ongan veruligan mun. Tey fáa ikki tað burturúr, sum tey annars kundu. Men tað kunnu vit hvør í sínum lagi gera okkurt við, tí tað snýr seg um at hava seg sjálvan við í arbeiðinum. Í so máta víkja Føroyar ikki frá hinum Norðurlondunum: Kanningar av føroyskum børnum í 2008 vístu, at børn líka niður í triðja flokk sóknaðust eftir betri sambandi og práti við lærararnar, tey vaksnu. Børnini kenna tað, sum um eingin veruliga lurtar eftir teimum. Og tað haldi eg vera eitt alvarsamt ávaringartekin, sum kemur so tíðliga frá teimum smáu til tey vaksnu,” sigur John Ewans Porting. ”Har tann sanna virðingin er, mennist sjálvsvirðing og sjálvsvirði.”

John Ewans Porting hevur sjálvur nógvar ymisligar og drúgvar royndir bæði sum medarbeiðari og sum Gestalt Psykoterapeutur á Gestalt Instituttet í Skandinavia, GIS. Stovnurin hevur bæði 2-ára og 4-ára útbúgving í Føroyum.

John Ewans Porting heldur fyrilestur:

Fríggjadag 23. mai 2014 klokkan 9.30-12.00 í Mentanarhúsið í Fuglafirði, Karvatoftir 5. Fuglafjørður

Fríggjadag 23. mai 2014 klokkan 14.00-16.30 í Kaffihûsid, Bryggiubakki 14, Tórshavn

Fyrilestrarheiti: Er eitt nei ein burturkveistran ella ein áheitan á teg um virðing og veruligt samband?