Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lægsta bústaðarrentan fæst í BankNordik

Tíðindaskriv

Viðskiftafólk bankans fáa ágóðan av eini enn lægri bústaðarrentu. BankNordik lækkar bústaðarenturnar í Nordik360 fyrimunaskipanini við 0,30 prosentstigum. Lægsta útlánsrentan í Nordik360 verður sostatt 3,40%, sum er lægsta bústaðarrentan í Føroyum. Eitt yvirlit yvir broytingarnar verður tøkt á heimasíðu bankans, tá broytingarnar fáa gildi.

Higartil hava yvir 8.000 av viðskiftafólkum bankans í Føroyum tikið av tilboði bankans um at luttaka í fyrimunaskipan bankans. Viðskiftafólk fáa nærri kunning um møguleikan at koma við í fyrimunaskipan bankans við at venda sær til bankan, antin umvegis heimasíðuna ella telefon.

Rentulækkingin fær gildi 20. juni 2014. Rentulækkingin er sjálvvirkandi, soleiðis at viðskiftafólk í eini av fyrimunaskipan bankans nýtast einki at gera fyri at fáa ágóðan av hesi lækking.

Harleywoodpaint