– Tað at vit saman við IBERCISA hava fingið ordran uppá spølinin á RUTH, gevur KSS ein góðan møguleika at mennast. Samstarvsavtalan við IBERCISA gevur eisini KSS atgongd til oljuvinnuna, so fyri okkum er hetta nógv størri enn “bara” at fáa eitt umboð og tí gevur hetta okkum eitt sera gott grundarlag til at menna okkum, sum ein veitari á altjóða marknaðinum, sigur Frimodt Rasmussen.
– Tað at vit saman við IBERCISA hava fingið ordran uppá spølinin á RUTH, gevur KSS ein góðan møguleika at mennast.
Mánadagin varð Norðlýsið boðið til fundar á Klaksvíkar Sleipistøð har leiðslan kundi boða frá at KSS hevði gjørt avtalu við spanska framleiðaran av hátøkniligum spølum, IBERCISA, um at verða teirra umboð í Føroyum, Danmark, Grønlandi, Svøríki, Bretlandi og Írlandi. Samstundis var fráboðað, at fyrsti sølusáttmálin longu er undirskrivaður, um at levera nýggja spælskipan til “Ruth HG264”, sum Gulak Madsen letur byggja og sum eisini verður fyrsti pelagiski trolari/nótabátur við elektriskum spølum. Spælskipanin fevnir m.a. um 3 Trolspøl á 93T og 4 Netatrumlur á 110T.
IBERCISA hevur framleitt hydraulisk spøl síðan 1968. Men so byrjaðu teir so smátt at framleiða elektrisk spøl og hetta hevur ment seg nógv seinastu árini, soleiðis at teir eru ein av fremstu framleiðarunum av el-spølum í heiminum, greiður ein vælnøgdur og spentur Frimodt Rasmussen frá.
Ganga nýggjar leiðir
Sofus Gregersen, søluleiðari, sigur, at tað hevur verið ein ávísur trendur fyri el-spølum í fleiri ár. Tey hava ein stóran fyrimun fram um hydraulik spølini, tí at tey kunnu hava 80% skjótari ferð og kunnu toga 30% meira í eitt styttri tíðarskeið enn tey annars eru ætlað til o.s.fr.
Í komandi viku fara vit so á messu í Aberdeen umboðandi IBERCISA og tað eru vit sera spentir uppá, sigur Sofus Gregersen, søluleiðari hjá KSS.
Ein varði í søguni hjá KSS
Frimodt Rasmussen, sjóri í KSS, sigur, at avtalan við IBERCISA og avtalan at veita spælskipanina til “RUTH” er ein varði í søguni hjá Klaksvíkar Sleipistøð.
Vit koma at veita allan spæl-pakkan til skipið, sum er tilsamans 27 spøl og er hetta ein sera stórur og týdningarmikil ordri. Ein orsøk til at hesi spølini verða vald fram um aðrar loysnir er, at pumpuskipanir og annað sum krevst í samband við hydraulisk spøl, eru orkukrevjandi og eisini krevja meira viðlíkahald, tí tey slíta nógv uppá pumpur, motorar o.a.. Tá tú hevur EL- spøl er alt nógv einklari – eitt spæl og ein el-motorur.
Í USA kemur tað ikki uppá tal at brúka hydraulisk spøl, orsakað av dálkandi árininum á umhvørvið. IBERCISA hevur leverað fleiri EL-spøl til norskar, hollendskar, íslendskar, russiskar og aðrar bátar. Spølini eru løtt at montera, halda lítlan gang, og tá tú skjýtur við spælinum, er møguligt at endurvinna orku, sum so kann tilførast el skipanini umborð.
Í fyrstuni koma menn frá IBERCISA at montera spølini men hálvan juni senda vit fólk niður til IBERCISA at arbeiða og læra, so sum frá líður er ætlanin at vit menna okkum eisini á hesum økinum.
Tað hevur stóran týdning fyri okkum at fáa sáttmálan við “RUTH”. Tí fara vit at leggja orku í, at alt gongur sum ætlað. Tað vekir sjálvsagt ans í vinnuni, at hendan loysnin verður brúkt umborð á nýggjasta trolaranum, sum er fyrsti pelagiski trolarin sum hevur møguleika til at trola við tveimum trolum samstundis.
Ein fyrimunur við spølunum frá IBERCISA er, at eykalutirnir og komponentarnir eru standard og kunnu tí keypast allastaðni. Tvs. at neyðugt er ikki at fáa eykalutir úr Spania, um spølini skulu umvælast.
Samstarvsavtalan við IBERCISA gevur eisini KSS atgongd til oljuvinnuna, so fyri okkum er hetta nógv størri enn “bara” at fáa eitt umboð og tí gevur hetta okkum eitt sera gott grundarlag til at menna okkum, sum ein veitari á altjóða marknaðinum, sigur Frimodt Rasmussen.




