Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórur fekk tveir dystir

Jákup Ósá

Reyða kortið á Svangaskarði ger, at Tórur eisini missir dystin á Norðoyastevnu.

Tað var í takling á Svangaskarði, at Dagfinn Forná gav Tóri Justesen reytt kort fyri eina ógvusliga takling. Slíkt hart spæl gevur vanliga meir enn ein dyst leikbann og tað gjørdi tað eisini í hesum føri. Tórur hevur fingið leikbann í tveir dystir sum merkir, at hann umframt HB dystin eisini situr uttanfyri, tá KÍ og Víkingur spæla leygarkvøldið kl. 19.00 á Norðoyastevnu.

Tórur Justesen hevur byrja inni á vinstra bakki allar dystirnar hetta kappingarárið, har hann í flestu dystunum hevur staðið seg væl.