KÍ fekk eitt slag av uppreisn fyri slaka avrikið á Svangaskarði, men sat eftir við ongum, tá HB vann 2-1 sigur í Klaksvík.
KÍ var sera skert til dystin móti HB. Fýra fastir leikarar í uppstillingini – Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen, Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør – kundu ikki spæla av ymiskum orsøkum og undir upphitingini bleiv Henry Heinesen eisini skaddur og kundi heldur ikki spæla. Hjá HB var Andrew av Fløtum ikki við.
KÍ venjarin hevði valt at seta Ndende Adama Guéye á miðverjuna, har hann áður hevur spælt onkrar dystir fyri TB og serliga B68. Hetta skuldi vísa seg at vera ein klók avgerð, tí við Ndende á odda var KÍ verjuparturin í fyrra hálvleiki sera sannførandi. HB hevði í grundini ongan stóran mál møguleika fyrstu 45 minuttirnar. KÍ fekk hinvegin eitt mál, tá Rodrigo Silva enn einaferð skoraði í Klaksvík eftir deyðbóltsstøðu. KÍ kundi havt verið á odda meir enn 1-0, tí tað vóru fleiri stórir møguleikar til tað, men hvørki Páll A. Klettskarð ella Álvur Christiansen megnaðu at umseta góðar mál møguleikar til mál.
Arbeiðssomu KÍ leikararnir megnaðu ikki at halda høga støðið í seinna hálvleiki. HB fekk munandi betri tak á dystinum og legði eitt trýst á KÍ. Helst hevur HB venjarin tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum. Longu í 50. minutti javnaði Fróði Benjaminsen og sami leikari avgjørdi dystin eitt korter áðrenn enda. Tá hevði eitt HB mál ligið í luftini. KÍ fekk onkran møguleika, men tað tóktist, sum orkan gekk undan og samstundis vóru ikki nógvir møguleikar at gera útskiftingar, nú liðið manglaði so nógvar leikarar.
Sum heild ein dystur, har KÍ avrikaði sera væl í fyrra hálvleiki, men har HB tók yvir í seinna hálvleiki og vann at enda. Fortreytirnar hjá KÍ vóru ikki tær bestu, men tað er eingin ivi um, at liðið fekk eina ávísa uppreisn frá B68 dystinum hóast tap. HB og Fróði Benjamnsen trívast væl í Klaksvík og meistararnir hava nú einans B36 at hugsa um í toppinum.




