Skúlastaffettin, sum varð runnin á vøllinum fríggjamorgunin, fekk aftur í ár sera undirtøku. Umleið 450 næmingar, úr fyrsta til níggjundaflokk og lærarar, runnu við. Luttakandi skúlarnir vóru Skúlin á Ziskatrøð, Skúlin við Ósánna, Skúlin á Fossánesi og Viðareiðis Skúli.
Seks næmingar mynda hvørt lið, og skulu teir renna ein rundtein á 200 metrar í part.
Forkvinnan í Mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, Signhild V. Johannesen, segði nøkur orð áðrenn hon skjeyt fyrstu steffettina í gongd hjá fyrstaflokki.
Veðrið var gott, lagið var gott og stemningurin í hásætið alla tíðina tá runnið bleiv, har ein væl upplagdur Finn Johannessen var frásøgumaður, og dugdi hann avbera væl.
Tað var Treysti, sum á fyrsta sinni í fjør, gjørdi eina roynd at skipa fyri skúlastaffett. Hon eydnaðist so mikið væl, at ongin ivi var um at hava tiltakið aftur í ár, og vónandi kann hetta blíva til eitt árligt afturvendandi tiltak fyri allar skúlanæmingar og lærarar.
Myndir, sum Eyðbjørn Jacobsen (Eydbii) hevur tikið, eru at finna í myndasavninum.