Í løtuni eru starvsfólk og fakfólk innan barna- og ungdómsøkið í ferð við at orða tankar og hugskot til ein barna- og ungdómspolitkk, sum hevur til endamáls, at Klaksvíkar Kommuna fær niðurfeldar hugsanir um, hvat vit vilja raðfesta á barna- og ungdómsøkinum komandi árini – tvørtur um valskeið.
Í løtuni eru starvsfólk og fakfólk innan barna- og ungdómsøkið í ferð við at orða tankar og hugskot til ein barna- og ungdómspolitkk, sum hevur til endamáls, at Klaksvíkar Kommuna fær niðurfeldar hugsanir um, hvat vit vilja raðfesta á barna- og ungdómsøkinum komandi árini – tvørtur um valskeið.
Ein fjølbroytt samanseting av persónum, sum eru og virka í og kring barna og ungdómsøkið í Klaksvíkar Kommunu, luttaka í hesum arbeiði. Talan er um á leið 140 persónar, sum umframt starvsfólk og fakfólk innan økið eisini fevnir heilt frá 10 ára gomlum børnum, foreldrum og til eitt nú formannin í KÍ.
Fundir, verkstovur og hugbankar verða hildnir, har fólk út frá sínari vitan og royndum innan ymisku málsøkini leggja fram og skifta orð um hugskot og tankar.
– Hvussu skal kommunan raðfesta fyri at skapa best møguligan trivnað, tryggleika og menning millum børnini og tey ungu í kommununi? – Hvørji virði og mál skal kommunan seta sær á hesum málsøki? – Hvørji tiltøk eru neyðug at raðfesta í hesum sambandi?
Hetta er fyrstu ferð, at ein kommuna í Føroyum orðar ein beinleiðis barna- og ungdómspolitikk, og verður dentur lagdur á, at hesin politikkurin sprettir úr lokaløkinum. Eitt nú verður ein ávegis felags framløga fyri øllum luttakarunum tíðliga í juni mánað.
Við støði í hesum arbeiði verður eitt tilmæli um barna- og ungdómspolitikk orðað, sum seinni í ár verður handað Trivnaðarnevndini Børn & Ung, sum við undirtøku frá býráðnum hevur sett hetta arbeiðið í gongd.
Eitt arbeiðsskjal til bæði verandi og komandi býráðspolitikarar
– Tá ið tilmælið er handað, verður tað lagt fyri politisku skipanina til viðgerðar og støðutakan til ein barna- og ungdómspolitkk fyri Klaksvíkar Kommununu, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.
Samtykti politikkurin verður eitt arbeiðsskjal hjá umsiting og tí politisku skipanini, sum bæði verandi og komandi býráðspolitikarar fáa at styðja seg til – við jørðildi í teimum starvsfólkum og fakfólkum, sum starvast í og kring barna- og ungdómsøkið.
– Tað var í november í fjør, at Trivnaðarnevndin Børn & Ung samtykti at fyrireika hetta arbeiðið, sum nú verður framt við undirtøku frá býráðnum, upplýsir Jóhann Lützen, sum roknar við at fáa tilmælið handað í heyst, tá ið tað eisini verður lagt fyri til politiska viðgerð.
Arbeiðið, at orða ein barna- og ungdómspolitikk fyri Klaksvíkar Kommunu, verður stjórnað av ráðgevingarfyritøkuni INPUT í samstarvi við Trivnaðardeild býráðsins.




