Lars Løkke Rasmussen, formaður fyri Vinstra, ið fekk at søguliga vánaligt val til ES-tingið í gjár, vil ikki leggja kongin. Í prátið í kvøld, noktar hann at geva upp og sigur, at hann fer at arbeiða hart fyri, at vinna álit aftur frá veljarum.
Lars Løkke Rasmussen, formaður fyri Vinstra, ið fekk at søguliga vánaligt val til ES-tingið í gjár, vil ikki leggja kongin. Í prátið í kvøld, noktar hann at geva upp og sigur, at hann fer at arbeiða hart fyri, at vinna álit aftur frá veljarum.
Danskur politikkur: Lars Løkke Rasmussen hevur verið í andglettinum nú seinastu tvær vikurnar í donsku miðlunum. Orsøkin er at flokkurin hevur rindað honum fínu klæðini fyri áljóðandi 157.000 krónur.
– Áðrenn eg gjørdist formaður fyri Vinstra, hendi tað seg onkuntíð, at eg kom í slitnum klædningi til fundir. Ta einu ferðina hendi tað seg, at eg møtti upp í einum klædningi við holi í, fortelur Lars Løkke Rasmussen í sendingini ’Aftenshowet’ hjá DR í kvøld.
– Men tá ið eg bleiv formaður, hildu nøkur í leiðsluni, at okkurt skuldi gerast við mín ’klædnatrupulleika’, sigur Lars Løkke.
Har er tað byrjað, sum allir miðlar hava verið so áhugaðir í seinastu tvær vikurnar, um vit taka Løkke upp á orðið. – Síðani hevur leiðslan í flokkinum goldið Lars Løkke klæðir til politisk arbeiðið. Tað nýggjasta er 157.000 krónur.
Lars skal nokk vinna álitið aftur
– Hendan sakin er yvirstaðin nú. Hon kom í einum sera viðbreknum tíðarskeiðið. Beint frammanundan ES-valið. Tað var óheppið og eg taki alla ábyrgd fyri, at tað gekk okkum so illa í gjár, fortelur ein harmur Lars Løkke.
– Men eg gevist ikki so. Eg havi treysti at halda á og at stríðast politiskt fyri mín flokk, sum eg geri 24 tímar um samdøgnið. Mær dámar betri at snakka politiskt fyri mín flokk, enn alt tað rumblið, sum seinastu tíðina hevur valdað.
– Nú gekk eg frá Tivoli og niðan her (beint omanfyri Ráðhúsplássi) og møtti fleiri fólkum, ið góvu mær eitt klapp á herðarnar og bóðu meg kempa víðari. Tað er eisini tað eg fari at gera, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum enn er formaður fyri Vinstra.




