Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

GRUNDLEGGJANDI DIGITAL MYNDATØKA

Bárður Lydersen

Vit bjóða eitt gott og grundleggjandi skeið í digitalari myndatøku. Mong hava lagt til merkis, at eitt gott myndatól í sær sjálvum, ikki gevur eina betri mynd, men tann størsti parturin er upp til myndamannin sjálvan.Skeiðið er ikki bert bygt á tann tekniska partin av myndatólinum, men vit fara eisini í grundina, viðvíkandi motivinum.

Skeiðstaður: Undir Hálsi 11, kj Klaksvík


Vit bjóða eitt gott og grundleggjandi skeið í digitalari myndatøku. Mong hava lagt til merkis, at eitt gott myndatól í sær sjálvum, ikki gevur eina betri mynd, men tann størsti parturin er upp til myndamannin sjálvan.
Skeiðið er ikki bert bygt á tann tekniska partin av myndatólinum, men vit fara eisini í grundina, viðvíkandi motivinum.

Skeiðsinnihald:

Digital kamerateknik
Teoretisk og praktisk gjørnumgongd av teimum grundleggjandi kamerateknikkum, við brúk av tínum egna myndatóli.

Myndatøka
Praktisk myndatøka t.d Vangamyndir, felagsmyndir, barnamyndir, o.s.v
Dentur verður lagdur á motiv, ljós og málbólk.

Afturmeldingar
Tú vilt fáa konstruktiva afturmeldinar av uppgávunum sum verða gjørdar hendan dagin.

Evnir á skeiðnum
Myndatól, linsur, blænda, lukkari, dybdarskarpheit, auto, manuelt, megapixel, ISO, WB hvítbalansa
Farvu profil, ljósmáling, lagring, backup, stemming, perspekttiv, portrættir, etik v.m

Førleikar
Tú nýtist ikki, at hava vitan ella royndir innan myndatøku.Bara tú hevur áhuga í myndum og hevur ynski um at taka betri myndir.
Tað er eitt krav, at tú hevur myndatól við.

Títt myndatól
Tú skalt hava myndatól við á skeið. Nøkur minimum krøv eru til myndatólið. Eitt stórt speglrefleks myndatól, við einari rúgvu av eykaútgerð, er ikki neyðugt, men heldur ikki ein forðing fyri at vera við á skeiðnum.
Títt myndatól skal sum minum vera eitt “Avancera lumma myndatól“ helst við møguleika fyri partvís manuellum møguleikum.
Fartelefon er ikki eitt myndatól.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg.

Praktiskir upplýsingar

Skeiðstíðir:
Um ikki annað er upplýst, er dagurin samansettur soleiðis.
08:30 Innskriving, gjald v/ morgunkaffi og fransbreyð
09:00 Undirvísingin byrjar
10:45 Pausa 15 min. Smákøkur og frukt
12:00 Døgurði 30 min. Grýturættur og flutes
14:15 Pausa 15 min. Smákøkur og frukt
16:30 Taka saman um

Døgurði:
Døgurði er íroknaður prísinum.

Pausa:
Kaffi og te og okkurt afturvið er íroknað prísinum.

Notatir:
Vit viðmala, at tú tekur notatir ígjørnum dagin. Tú fært pappír og blíant við byrjan.

Fartelefonir:
Allar fartelefonir eru ljóðleysar/sløktar.

Spurningar:
Fyri at fáa so nógv burturúr sum møguligt, er umráðandi fyri teg og øll hini, at tú setur spurningar. Eingin spurningur er dummur. Ofta vísir tað seg, at øll sita inni við teimum somu spurningunum.

Prógv:
Eftir lokið skeið, fært tú eina skeiðsváttan.

Prísur:
Kr. 500,- v/MVG pr. luttakara.

Pláss:
Fyri at fáa so nógv burtur úr, sum møguligt, vera vit 6 luttakara á skeið.

Tilmelding:
á tlf 223304 ella á t.post:bardurlydersen@gmail.com

Harleywoodpaint