Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskir rithøvundar á svensku bókamessuni

FarLit

Skráin hjá svensku bókamessuni í Gøteborg verður almannakunngjørd í dag. Og í ár eru føroyskir rithøvundar við í skránni.

Skráin hjá svensku bókamessuni í Gøteborg verður almannakunngjørd í dag. Og í ár eru føroyskir rithøvundar við í skránni.

Millum 25. og 28. septembur savnast norðurlendsk bókmentaáhugað aftur á Gøteborg bókamessu at leita sær kunning um nýggjastu útgávur á marknaðinum, fara til upplesingar við rithøvundum frá allari verðini og fundast um rættindi forløgini ímillum. FarLit hevur seinastu tvey árini virkað sum bókmentastovnur og umboð fyri føroyskar rithøvundar uttanlands, og í hesum tíðarskeiði hevur vøkstur verið ði í áhuga og sølu av føroyskum tittlum til útlendsk forløg.

Í ár hava vit fingið møguleikan at seta rithøvundaseminar á skránna hjá bókamessuni, og luttakararnir vera Sissal Kampmann, Marjun S. Kjelnæs og Katrin Ottarsdóttir. Eins og nógvir av norðurlendsku felagum teirra, skriva tær í hægri mun um kropsligheit og sálarligu avkrókarnar. Seminarið verður 45 min. langt, og evnini fevna m.a. um hvørjar avbjóðingar tær standa við sum rithøvundar, kvinnur og føroyingar; hvussu ein arbeiðir sum ‘eksilrithøvundur’; og hvussu tað er at vita, at grannin og lærarin hjá børnum tínum eisini er tín lesari.

Føroyskar bókmentir hava ikki verið nakað serligt frammi á svenska bókamarknaðinum í nógv ár. Vit halda tí, at hetta er gyltur møguleiki at vísa svensku og norðurlendsku lesarunum, hvat vit hava at bjóða. Tískil fara vit eisini at geva savn út í svenskari týðing við yrkingum hjá teimum trimum saman við seminarinum.

Gøteborg bókamessan, ið eisini kenst undir heitinum Bok och Bibliotek, er væl vitjað hesar tríggjar dagar, hon varar, og seinastu trý árini hevur vitjanartalið ligið nær við 100.000. Umframt básarnar hjá forløgum og áhugafeløgum, er eisini rættindamiðstøð og fleiri pallir og deildir á messuni, ið bera fram serlig rák og rithøvundar, eitt nú kjakpallur, granskingartorg og norðurlendski básurin. Brasilien er heiðursgestur í ár.

Vit vóna, at áhoyrarar møta fjølment at lurta og gleða okkum til eitt gott seminar.

Sissal Kampmann hevur givið út trý yrkingassøvn, og við frumútgávu sínari, Ravnar á ljóðleysum flogi, í 2011 vóru ummælarar og lesarar samd um, at hetta var avbera flott avrik. Árið eftir vann hon Klaus Rifbjergs debutantvirðisløn fyri lýrikk frá Danska Akademiinum.

Katrin Ottarsdóttir gav Eru koparrør í himmiríki? út í 2012 og vann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens árið eftir. Yrkingasavnið nemur við tabuevni, ið eru trupul at tosa um, eitt nú at hava sálarligar trupulleikar, og hvussu børn uppliva at vaksa upp við sálarliga sjúkum foreldrum. Katrin er í ferð við at leggja síðstu hond á filmin LUDO, ið tekur sama evni til viðgerðar.

Marjun S. Kjelnæs er vælumtóktur barna- og ungdómsbókarithøvundur og hevur klárað seg væl í útlondum við ungdómsbókini Skriva í sandin, ið er seld bæði til Danmarkar, Noreg og Ísland og vann fleiri heiðrar. Samstundis hevur hon eisini skrivað yrkingasavnið Rót Tripp í 2012 og leikin Tóm Rúm, ið fekk sera góða móttøku til frumframførsluna á Tjóðpalli Føroya í ár.



Jenny Johannessen

bókmentaligur samskipari


Rithøvundamyndir: Mureldur, Finnur Justinussen, Hugin Eide

Permur: Sprotin, Mentunargrunnur Studentafelagsins, Eksil