Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnan á dagsskrá

HUXA

Mikukvøldið 28. mai er politiski kvøldskúlin hjá HUXA aftur á skránni. Hesiferð verður vitjað í Fiskimálaráðnum, har greitt verður frá føroysku fiskivinnuni, makrel- og sildatrætuni og arbeiðinum, at fáa eina fiskivinnunýskipan.

Mikukvøldið 28. mai er politiski kvøldskúlin hjá HUXA aftur á skránni. Hesiferð verður vitjað í Fiskimálaráðnum, har greitt verður frá føroysku fiskivinnuni, makrel- og sildatrætuni og arbeiðinum, at fáa eina fiskivinnunýskipan.

Fiskivinnan er í dag, tann týdningarmiklasta høvuðsvinnan í Føroyum. Nærum allur okkara útflutningur stavar frá fiskivinnuni. Men tað kemst ikki uttanum, at fiskivinnan er torfør fyri mong at skilja. Kom við á politiska kvøldskúlan hjá HUXA, og fá betur innlit í hvussu føroyska fiskivinnan er skipað, tá embætisfólk úr Fiskimálaráðnum greiðir frá hvussu fiskivinnan í Føroyum er skipað.

Fiskivinnunýskipan, er vorðið tað mest eldfima evnið í samfelagskjakinum seinastu árini. Mong hava stungið fingrarnar í vespureiðrið. Meingarnar eru nógvar og ósemjurnar munnu vera líka nógvar. Mikukvøldið 28. mai fara vit, at umrøða hetta evni, tá Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greiðir frá týdninginum og avbjóðingunum at finna eina politiska semju um eina fiskivinnunýskipan. Eisini hugleiðir Landsstýrismaðurin um, hvussu ein fiskivinnunýskipan eftir hansara tykki eigur at síggja út.

Síðani 2009 hava Føroyar verið í orrustu við hini strandalondini um býtið av makrelinum. Føroyar átti tá 5% av heildarkvotuni í 2009, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Jacob Vestergaard, vísti á, at Føroyar átti størri lut í makrelinum, tí hann var longur í føroyskum sjógvi, enn áður mett. Hetta vildu strandalondini ikki ganga á møti, og landsstýrismaðurin segði tí avtaluna um makrelin upp, og ásetti Føroyum sína egnu makrelkvotu.
Hetta gjørdist byrjanin uppá eitt ævintýr fyri føroysku uppisjóvarvinnuna og hevur síðani staðið í blóma. Á politiska vígvøllinum gjørdist talan um eitt stríð.

Fimm ár vóru liðin uttan, at ein semja var um makrelin – til fyri stuttum.
Seinni gjørdist talan eisini um eina sildatrætu, tá landsstýrismaðurin valdi, at siga sildaavtaluna upp. Hetta vildi ES ikki finna seg í, og valdi tí at seta handilsboykott í verk móti Føroyum. Í hesum døgum arbeiðir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum við, at áseta Føroyum eina sildakvotu fyri komandi ár.

Høvið verður, at hoyra meiri á politiska kvøldskúlanum hjá HUXA, tá landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, fer at greiða frá makrel- og sildatrætuni, stríðnum við ES og drúgvu tilgongdini.

Vit hittast í Fiskimálaráðnum(Yviri við Strond 15) mikukvøldið 28. mai kl. 19.30.

Tiltakið er ókeypis
HUXA – Fólkafloksungdómur