Tað skrivar vp.fo, sum júst hevur prátað við Jacob Vestergaard. Fólkaflokkurin hevur havt fund í dag og niðurstøðan er greið. Fólkaflokkurin hevur álit á fólkafloksformanninum.
Tað skrivar vp.fo, sum júst hevur prátað við Jacob Vestergaard. Fólkaflokkurin hevur havt fund í dag og niðurstøðan er greið. Fólkaflokkurin hevur álit á fólkafloksformanninum.
– Tað eru komnar ymiskar útmeldingar út í dag frá fólkaflokslimum, sum hava verið endavendar í Útvarpinum, men vit hava so fingið eina frágreiðing frá formanninum á fundi seinnapartin í dag, sigur Jacob Vestergaard við VP.
– Á fundinum vóru tingfólk og landsstýrisfólk, og stutta niðurstøðan er tann, at politikararnir í Fólkaflokkinum hava fult álit á formanninum Jørgeni Niclasen.
– Og tað hevur flokkurin havt alla tíðina, so hetta er ikki nøkur nýggj støða, leggur Jacob Vestergaard afturat.
Jacob Vestergaard vísur á, at ein setningur á einum troyttandi og longum tíðindafundi um eitt 20-25 ára gamalt mál, vikar ikki álitisspurningin hjá flokslimunum.




