Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Jørgensen byrjaður at venja aftur

Jákup Ósá

Málverjin Hans Jørgensen er givin í AB, men er nú byrjaður at venja aftur.

Málverjin Hans Jørgensen er givin í AB, men er nú byrjaður at venja aftur.

Og tað er í HB, at Hans Jørgensen venur við. Tað vita vælvitandi keldur hjá Norðlýsinum at siga í dag.Hans Jørgensen gavst í AB, tí hann ikki hevði álit á venjaranum Oddbjørn Joensen, sum ei heldur hevði álit á Hans, var tá sagt.

Hans spældi eisini við HB í fjør, tá hann fyri tað mesta var eyka málverji hjá Teiti M. Gestsson. Teir venja sostatt saman aftur á besta HB liðnum nú. Leikaraloyvið liggur tó framvegis í AB, so møguliga er talan bara um venjing fyribils. Hans hevur ikki loyvið at spæla aftur í bestu deildini, fyrr enn flytingargluggin letur uppaftur 23. juni. Um tað so verður í HB, har hann nú venur við, vil tíðin vísa, men helst er hetta ein ábending um, at so verður.