Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsflokkurin skrædnaði

John William Joensen

Við minst hugsandi meiriluta yvirlivdi Jørgen Niclasen atkvøðugreiðsluna í løgtinginum fyrr í kvøld. Hóast løgmaður segði seg fravegis hava álit á Jørgen Niclasen hevur samgongan fingið ein harðan snudd. Men Helgi Abrahamsen sigur at hetta var ikki eitt misálit á samgonguna – hóast hann var ein av samgongulimunum sum atkvøddi saman við andstøðuni

Hetta handlar ikki um jura og hvør hevur rætt ella skeivt ella um spønplátur og hegn á einari vørugoymslu. Men hetta er eitt greitt signal um at vit ikki eru nøgdir við at vit ikki hava politiskan arbeiðsfrið. Hetta er ikki eitt misálit á løgman, men eitt signal um at vit als ikki eru nøgd við støðuna, sigur Helgi Abrahamsen í stuttari viðmerking.

Samgongan í tungum sjógvi

Spurningurin er um samgongan yvirlivur kreppuna sum nú er íkomin eftir at sjálvur løgmannsflokkurin fór í tvíningar í spurninginum um sjálvur fíggjarmálaráðharrin er álitismaður ella ikki.

Nú verður bíðja eftir samgongufundinum sum løgmaður kallar saman til. Men tað slepst ikki uttan um at “Tollmálið” er vorið eitt politiskt barn sum er enda í føvninginum á Sambandsflokkinum við atkvøðugreiðsluni í dag.

Við fullari uppbakking frá Fólkaflokkinum og Løgmanni hevur Jørgen onga orsøk til at leggja frá sær og tí eru øll eygu nú vend á Sambandsflokkin og Løgmann.