icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag er Kristi Himmalsferðardagur

Danial Viðoy

Góðan morgun: Í dag er Kristi Himmalsferðardagur og tað er, sum navnið eisini ber, dagurin tá ið Jesus Kristus fór upp til himmals.

Góðan morgun: Í dag er Kristi Himmalsferðardagur og tað er, sum navnið eisini ber, dagurin tá ið Jesus Kristus fór upp til himmals.

Tað eru nógvir høgtíðsdagar um hesa tíðina. Í dag, Kristi Himmalsferðardag, minnast vit, at Jesus fór til himmals, eftir at hann fjøruti dagar frammanundan var reistur upp frá deyðum fyrsta páskamorgun.

Kristi Himmalsferðardagur er altíð seks hósdagar eftir skírhósdag. Tískil fellur heiligdagurin sjálvsagt á ymiss dato ár undan ári.

Markus evangelistur nemur við Jesu himmalsferð, og skrivar m.a.:

Síðan varð Harrin, eftir tað at hann hevði talað við teir, tikin upp til himmals, og hann settist við høgru hond Guðs. Men teir fóru út og prædikaðu allar staðir, og Harrin arbeiddi við og staðfesti orðið við teimum tekinunum, sum við fylgdu. – Mark. 16,19-20.

Tann næsti heiligdagurin er sjálvsagt nú sunnudagin, men tveir teir næstu ’kendu’ heiligdagarnir verða á Hvítusunnu. Hvítusunnudagur er sjeynda sunnudag eftir páskir. Hvítusunnan verður hildin til minnis um, tá ið Heilagi Andin kom í heimin.