Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jústa-ættin og aðrar Viðareiðissøgur

John William Joensen

sum Líggjas í Bø hevur skrivað, kemur nú út. Í sambandi við útgávuna skipar Viðareiðis kommuna fyri samkomu í Viðareiðis skúla 2. hvítusunnudag klokkan 16 at hátíðarhalda hendingina við røðum og upplestri. Øll eru hjartaliga væl komin!

sum Líggjas í Bø hevur skrivað, kemur nú út.

Í sambandi við útgávuna skipar Viðareiðis kommuna fyri samkomuí Viðareiðis skúla 2. hvítusunnudag klokkan 16at hátíðarhalda hendingina við røðum og upplestri. Øll eru hjartaliga væl komin!

Høvið verður at ogna sær bókina á staðnum.

Bókin snýr seg um

brøgd og bragdarhug í bjørgum og í báti

ómetaliga spennandi hendingar

ófatiligt stríð og knoss

eisini um skemt og stuttleika hóast alt

trúarstríð í Føroyum

gand og annað á markinum til tað gátuføra

Stuttligar søgur eru, sum t.d. tá ið Janus Djurhuus, meginskald og fugloyingar fóru til hendurs …

Bókin er um tann fyrsta Jústa, sum varð borin í heim í Útistovu í Vági í Klakksvík í 1799, og búsettist á Viðareiði og eftirkomarar hansara.

Hendingar fara fram í einum stórthundrað ára skeiði frá fyrrapartinum av 19. øld til eitt sindur út um miðjuna av 20. øld. Hetta er tíðarskeiðið, tá ið bóndasamfelagið at rilla, og stórar samfelagsbroytingar fóru fram.

Hesir av Jústa-ættini høvdu ilt við at góðtaka órættvísu samfelags- og kirkjuskipanina, og teir gjørdust við tíðini ikki sørt uppreistrarsinnaðir. Hóast teir vóru fæloysingar allir sum ein, mutaðu teir ímóti og høvdu tann stoltleika, at teir vildu ráða fyri sær sjálvum og bóru høvur hátt.

Hetta er søgan um hesar litríku menn, sum settu sær spor og gjørdu mun í føroyska samfelagnum og sum eru verdir at minnast.