Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit leggja stóran dent á at gera arbeiði liðug og fríðka

John William Joensen

– Fyri meg hevur tað nógv at siga, at vit gera snøklar lidnar, sum alt ov nógvir liggja ólidnir, samstundis sum meira verður gjørt við flísum heldur enn bara við asfalti á onkrar gongubreytir og onnur smá økir, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd.

– Fyri meg hevur tað nógv at siga, at vit gera snøklar lidnar, sum alt ov nógvir liggja ólidnir, samstundis sum meira verður gjørt við flísum heldur enn bara við asfalti á onkrar gongubreytir og onnur smá økir, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd.

– Eitt av málunum, vit settu okkum við byrjan av hesum valskeiðnum, var at gera meira við at røkja og fríðka um í kommununi.

– Klaksvíkar Kommuna er stór og fevnir um bæði bý og fleiri bygdir, so her er nógv um at fara, og tí er givið, at vit náa nøkrum økjum skjótari, meðan onnur noyðast at bíða.

Hægri játtan til liðugtgerð og røkt

– Sum formaður í Teknisku Nevnd vil eg sjálvsagt gera mítt ítarsta til, at vit náa sum longst á hesum øki, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

– Fyrsta stigið í hesari ætlan var at útvega eina størri játtan á fíggjarætlan býráðsins til tekniska økið, sum eisini sæst aftur í fíggjarætlanini fyri inniverandi ár, sum býráðið samtykti áðrenn ársskiftið.

– Tað eru neyvan fleiri meiningar um, at eitt reint og snøgt umhvørvi hevur sín týdning fyri at skapa trivnað og hugnað í einum lokalsamfelag – tí eru allar orsøkir til, at kommunan eisini raðfestir tekniska partin av kommununi, heldur formaðurin í Teknisku Nevnd.

Fríðka í og kring Gamla Kirkjugarð

– Tað eru bæði vegir, gongubreytir og fríøkir, har tað antin er tørvur á at gera arbeiðir liðug ella røkt og fríðkan. Eitt av hesum økjum er Gamli Kirkjugarður, har býráðið í 2004 samtykti eina verkætlan um broyting og fríðkan.

– Verkætlanin skuldi fremjast í trimum stigum yvir nøkur ár, men kreppan, sum rakti kommununa í 2008, førdi til, at bert fyrsti partur av arbeiðinum varð framdur.

– Hetta er eitt av arbeiðunum, sum vit nú hava tikið avgerð um at taka uppaftur, so hetta sentrala økið í býnum verður gjørt liðugt, upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen.

Økið niðan fyri kirkjugarðin er gjørt, og kirkjugarðurin er laðaður upp av nýggjum. Nú hevur Teknisku Nevnd samtykt at fremja liðugerð av økinum oman fyri og sunnanfyri kirkjugarðin.

Talan er um eina fríðkanar verkætlan, sum førir til, at Gamli kirkjugarður verður munandi meira opin, og tá ið triðja stig eisini er framt, verður tað møguligt at ganga frá tí niðara økinum, ígjøgnum kirkjugarðin, til flísalagda túnið omanfyri kirkjugarðin.

Í samband við at kommunan hevur framt kloakkaarbeiði í økinum, er gongubreytin vestanfyri Vágstún er eisini gjørd av nýggjum, og løgd við steinum.