icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF við fleiri ungum manningum

Jákup Ósá

Fípan Fagra við dreingjum og gentum og Tekla við dreingjum eru við í FM róðrunum.

Niðanfyri síggja tit myndir av manningunum hjá KRF í ár. Hjá 5 mannaførum dreingjum hevur KRF tveir bátar við, har bæði Fípan Fagra og Tekla rógva. Hjá 5 mannaførum gentum luttekur Fípan Fagra. Hjá barnaróðrinum rør Tekla hjá dreingjum, men tann manningin var ikki endaliga mannað, tá myndirnar vóru tiknar.

Spennandi avbjóðing

Venjarin hjá KRF, Janus Dam-Jacobsen, letur væl at støðuni hjá KRF í ár. Felagið hevur tríggjar manningar við í 5-mannaførum. Tveir dreingja manningar – Fípan Fagra og Tekla – og eina gentu manning í Fípuni Føgru. Harafturat verður ein manning við hjá barnaróðrinum hjá dreingjum.

– Mín uppgáva var fyrst at fáa manningarnar at útnevna ein bátsformann, sum síðani fekk sum uppgávu at hava ábyrgd av at fáa bátin endaliga mannaðan, tí hjá fleiri manglaði onkur rógvari ella róðursmaður. Síðani havi eg givið teimum venjingarætlan og annars lagt lag á, sigur Janus Dam-Jacobsen við Norðlýsið.

Væntar heiðursmerkir

Spurdur um, hvussu úrslitini fara at vera í ár, svarar Janus, at tað er trupult at siga, tí talan er um ungt fólk.

– Eg haldi, at tað sær gott út hjá hesum ungu manningunum. Manningarnar hava ungan miðal aldur, tí hesin er ikki meir enn umleið 15 ár, so hesir rógvararnir hava meir enn 1 ár eftir í hesum aldursbólkinum í 5 mannaførum hjá dreingjum og gentum. Teir flestu rógvararnir hava róð áður og hetta eru rættuliga ágrýtnar manningar, so tað skal nokk fara at ganga. Við tað at hetta eru so ungar manningar, so eru ikki vónir um, at tær liggja beinleiðis í toppinum frá byrjan av, men eg vænti at onkrar av teimum koma at hála heiðursmerkir heim. Summar manningar komu seint í gongd, so eg vænti eisini, at vit koma at síggja eina menning og framgongd gjøgnum róðrarárið, sigur venjarin í KRF.

Harleyfacadeacryl