Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera tætt við, men tó

Danial Viðoy

Útisetalív: Sum Norðlýsið skrivaði í morgun, var dystur á skránni hjá triðja liðnum hjá ÍF-Føroyum í dag. Tíanverri var liðið fyri einum teprum ósigri. Marginalar og vantandi neyvleiki vóru við til, at ÍF-Føroyar tapti 1-3 á heimavølli ímóti B93.

Útisetalív: Sum Norðlýsið skrivaði í morgun, var dystur á skránni hjá triðja liðnum hjá ÍF-Føroyum í dag. Tíanverri var liðið fyri einum teprum ósigri. Marginalar og vantandi neyvleiki vóru við til, at ÍF-Føroyar tapti 1-3 á heimavølli ímóti B93.

Hálvleiksstøðan var 2-0 til útiliðið, hóast tað ikki var í tráð við leikgongdina. Útiliðið hevði í roynd og veru ein møguleika, sum teir skoraðu uppá, meðan hitt málið var ein gáva frá føroysku verjuni.

Fyrri hálvleikur

Tað fyrra málið var sum sagt ein føroysk gáva, tá ið ein verjuleikari spældi ein mótstøðuleikara púra frían. Slíkt hendir, men føroyingarnir kempaðu víðari.

Føroyingarnir komu til opnar málmøguleikar. Tvær ferðir var tvørtræið forðingin fyri máli. Og ein vælspælandi málmaður gjørdi eisini sítt til at føroysku útisetarnir ikki fingu hol á málskjótingina.

Beint áðrenn hálvleik slapp ein 93-leikari innum føroysku verjuna og kaldliga setti hann innaru síðuna á til hálvleiksstøðuna 0-2.

Annar hálvleikur

Í øðrum hálvleiki hildu føroyingarnir á at trýsta útiliðið. Umframt at hetta gav møguleikar til ÍF-Føroyar, gav hetta eisini útiliðnum møguleikar til skjótálop. Men hetta kom ikki at kosta fyrrenn í síðstu løtu.

Tá ið eitt korter var eftir av dystinum, fekk ein B93 leikari gult kort. Fær ein leikari gult kort, skal hesin út í tíggju minuttir. Hetta gav føroyingunum enn betri pláss at spæla á, og tá ið 8 minuttir vóru eftir at leika, bragdaði endiliga hjá føroyingunum.

Sigurð Carlsson kom at standa í góðari støðu inni í brotsteiginum og hann smekkaði bóltin inn í málið til støðuna 1-2. – Nú fingu føroyingarnir blóð á tonnina og tað mesta fólkið fór fram. Men tíanverri eydnaðist tað ikki at fáa bóltin innum málmannin, ið til tíðir minti um Jens Martin Knudsen, tá ið hann var upp á tað besta. Hann var sum ein køttur á málstrikuni.

Fótbóltur er eirindaleysur. Tí tá ið tríggir minuttir restaðu fóru B93 í skjótálop. Miðverjin hjá føroyingunum kom eitt sindur skeivur á ein luftbólt og hetta gjørdi, at ein B93-leikari gjørdist púra leysur og kunda staðfesta sigurin til 1-3.

Tað hevur gingið striltið hjá triðja liðnum í ár. Manglandi marginalar og neyvleiki hava verið høvuðsorsøkin til sløku úrslitini. – Men einum føroyingi so líkt, so verður nú bert hugsavnað seg um komandi dyst.

Dagsins leikari fyri ÍF-Føroyar gjørdist fyrrverandi KÍ og Víkingaleikarin Kaj Ennigarð.