Útisetalív: Danskar pylsur og kappróður á Norðoyastevnu hóska bara stak væl saman. Serliga í ár, um viðkomandi er norðoyingur, tí tveir bátar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag vunnu. Klaksvíkingur varð ov stuttur, men lagið er gott hóast alt. – Á Oyrasundskollegiinum hava føroyskir útisetar grilla pylsur og sæð kappróður á stórskíggja.

Norðoyastevna í Keypmannahavn: Tað var ikki sørt, at heimlongsulin var í hæddini teir góðu tveir tímarnar tá ið Suni Merkistein varpaði kappróður á Norðoyastevnu út.
Á stórskíggjanum á barrina á Oyrasundskollegiinum var eisini møguleiki at síggja kappróðurin beinleiðis. Tað gjørdu rættiliga nógvir føroyingar sær dælt av.
Men áðrenn fyrsti róðurin varð skotin í gongd, vóru danskar pylsur grillaðar á terrassuni á ’føroyska’ kollegiinum. – Samvinna (felag fyri føroyingar, ið lesa á Copenhagen Business School) hevði fyrireikað fyri einum forkunnugum tiltakið.
Tað varð grillað, spurnarkapping varð hildin og føroyskur stevnuhugni valdaði millum føroyingarnar. Prátið fall tíðum á kappróður og spenningur merktist eisini millum summi.
Tá ið magin hevði fingið sína donsku pylsu, varð farið niður undir at fylgja kappróðrinum. Og sum um at tað ikki var nokk, so bjóðaði barrin eisini føroyskar øl. – Tað einasta, ið manglaði var føroyski náttverðin eftir kappróðurin.
Eitt frálíkt tiltak, og Samvinna skal hava allan rós uppibornan. Norðlýsið steðgar fyri í dag, hóast kvøldið enn hevur nógv at bjóða.
Góða Norðoyastevnu, ynskja vit úr Keypmannahavn.