Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósavirkið byggir út til framleiðslu úr frystum

John William Joensen

Jógvan Hansen, frá JFK, sigur at í nýggja partinum sum verður bygdur niðanfyri ísvirkið og fast í Kósina verður nýggj skipan sum klárar at tiðna trý tons av frystum fiski um tíman. Við nýggju skipanini verður arbeiði meira støðugt á Kósini

Jógvan Hansen frá JFK sigur at nýggja skipanin eftir ætlan skal verða klár at taka í brúk um tríggjar vikur. Bygdur verður ein bygningur niðanfyri íshúsið har nýggj tiðningar skipan kemur at verða.

Hetta ger at Kósin nú eisini kann framleiða úr frystum og kemur hetta at geva meira støðugt arbeiði á virkinum. Í dag er sera nógv arbeiði tá fiskiskapurin er góður, men tá nøgdirnar av feskum eru minni hava vit nú møguleikan at framleiða úr frystum fiski sum vit eiga á goymslu ella fáa frá okkara egnu skipum o.ø.

Tað eru í dag 10 skip sum levera feskan fisk til Kósina og harafturat eru fleiri aðrir bátar sum meira ella minni eru knýttir at Kósini, sigur Jógvan Hansen.